Størsta flogfarið hjá Boeing nakrantíð verið sín fyrsta túr

Nýggjasta flaggskipið hjá Boreing, 777X, verður tað longsta flogfarið við plássum til 425 ferðandi.

Tað 77 metra langa flogfarið lendi í Seattle framman fyri fleiri hundrað fagnandi Boeing-starvsfólkum eftir meira enn tríggjar tímar á flogi.

Tað 77 metra langa flogfarið lendi í Seattle framman fyri fleiri hundrað fagnandi Boeing-starvsfólkum eftir meira enn tríggjar tímar á flogi.

Heimsins størsta jetflogfar, 777X hjá flogframleiðaranum Boeing, hevur í nátt verið sín fyrsta royndartúr.

Tað sæst á eini video, sum felagið hevur lagt á heimasíðu sína.

Tað 77 metra langa flogfarið lendi í Seattle framman fyri fleiri hundrað fagnandi starvsfólkum hjá Boeing eftir at hava verið á flogið í meira enn tríggjar tímar.

Royndarflúgvingin var útsett tvær ferðir hesa vikuna vegna veður, skrivar CNN.

Nýggjasta flaggskipið hjá Boeing hevur tveir motorar og kann taka upp til 425 ferðandi og hevur eitt veingjaspenni upp á 72 metrar.

Roknað verður við, at 777X verður tað týdningarmesta flogfarið hjá Boeing komandi árini og fer at flúgva á flestu longu túrunum.

Flogslagið verður tikið í nýtslu á interkiontinatlum flogteinum frá 2021.

Framsýningin av 777X varð í vár útsett, tá flogframleiðarin kom í satt ódnarveður, tá Boeing 737 MAX-flogførini, eitt lutvíst nýgg flogfar, var tað flogslagið, sum datt niður í Eriopia í mars.

Eitt annað flogfar av slagnum datt niður á heysti í 2018 í Indunesia eisini stutt eftir fráferð. Tilsamans doyðu 346 fólk í teimum báðum vanlukkunum.

Myndugleikar kring heimin – eisini í Evropa – góvu hesum slagnum av flogførum forboð fyri at flúgva, so greiða kundi fáast á, um feilir vóru við flogførunum. Tað forboðið er ikki tikið av enn.

Trupulleikin við flogfarinum hevur sent Boeing út í tað størstu kreppuna, sum felagið nakrantíð hevur havt. Higartil hevur Boeing havt eyka útreiðslur av hesum upp á yvir níggju milliardir dollarar.

Í desember varð ovasti stjórin í felagnum, Dennis Miulenburg, skiftur út, og FAA fanst at honum fyri at hava roynt at trýsta myndugleikan til at taka av forboðið ímóti 737 MAX.

Óvissan um, nær 737 MAX flogarið kann koma aftur í vanligan rakstur, fekk amerikanska kreditmetingarfelagið, Fitch Ratings, til at lækka kredittmetingina hjá Boeing í síðstu viku.

/ritzau/

 

 

 

 

 

Tað 77 metra langa flogfarið lendi í Seattle framman fyri fleiri hundrað fagnandi Boeing-starvsfólkum eftir meira enn tríggjar tímar á flogi.