– Størsti hjálparpakkin er at vit lata upp aftur 15. juni

– Tað er eingin ivi um, at tann vinnan, sum er harðast rakt, er ferðavinnan, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður í samrøðu við FM1

 

 

– Hetta er í mínari verð eitt rættiliga stórt stig at taka.

Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og sipar til støðuna fyri trimum mánaðum síðani, tá føroyska samfelagið fór niður í ferð orsakað av koronasmittuni.

Men á tíðindafundi fyrrapartin varð greitt frá, hvussu føroyska samfelagið fer upp aftur í ferð. Hetta fevnir serliga um, at kravið um at fara í sóttarhald verður strikað, og at fleiri fyritøkur nú kunnu fáa stuðul úr nýggja hjálparpakkanum, sum varð kunngjørdur í dag.

– Hetta er fyrr, enn eg sjálvur hevði torað at roknað við, tá tað byrjaði, sigur hann. 

Hjálparpakki 3 vendir sær serliga til fyritøkur, sum eru í ferðavinnuni.

– Tað er eingin ivi um, at tann vinnan, sum er harðast rakt, er ferðavinnan. Tað er eisini tí, at vit í dag hava lagt ein sokallaðan hjálparpakka 3, sum er fyri ferðavinnuna. Sum eg vóni kann vera viðvirkandi til, at ferðavinnan í øllum førum ikki kemur í gjaldførisneyð, sigur Bárður á Steig Nielsen. 

Í dag boðaði løgmaður frá, at tilmæli um at fara í sóttarhald, tá mann kemur til Føroya, verður strikað 15. juni.

– Tann størsti hjálparpakkin er nokk tað, at vit lata upp aftur 15. juni, so ferðavinnan sleppur til arbeiðis aftur, sigur løgmaður.

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra alla samrøðuna, sum Árni Gregersen gjørdi við løgmann á FM1 á middegi.