Stóra toskahálið umboðar ikki túrin

Tað siga tey á Havstovuni í dag, nú tey kunna um túrin hjá Magnusi Heinasyni á Føroyabanka.

 

Føroyabanki hevur verið friðaður fyri vinnuligari veiði í eini 13-14 ár.

Føroyabanki hevur verið friðaður fyri vinnuligari veiði í eini 13-14 ár.

 

- Fjølmiðlar hava víst á filmsupptøkur frá Bankatúrinum, har víst verður á stórt hál við stórum og feitum toski. Men, hetta hálið var tó ikki umboðandi fyri júst lidna túrin, men bert eitt eindømi.

Soleiðis siga tey á Havstovuni um sína túrafrágreiðing, sum tey júst hava lagt út á sína heimasíðu. Vist verður á, at nevnda hál gav stívliga helvtina av toskaveiðini allan túrin.

Úrslitini fyri túrin sum heild vísa, at samanborið við seinastu umleið 15 árini var meira at fáa av toski á hesum seinasta túrinum, sum júst er liðugur. 

- Í mars í fjør var tó sera nógv fingið av toski á Føroyabanka. Men, yvirlitstrolingarnar í september í fjør og royndirnar við línuskipum í 2019/ 2020 benda hinvegin á, at lítið er til av toski á Bankanum.

Á Havstovuni siga tey, at orsøkin til henda ójavna millum kanningarúrslitini er ókend, og tí heldur ráðgevandi stovnurin tað framvegis vera ivasamt, hvussu nógvur toskur í veruleikanum er á Føroyabanka.

Týskvøldið kom góði gamli Magnus Heinason aftur av váryvirlitstúrinum í øllum storminum sum var.

- Hóast ivasamt veður flestu dagarnar, hildnaðist væl. Tiknar vórðu 27 trolstøðir og 23 hydrografistøðir. Hetta var eisini seinasti túrurin hjá Magnusi Heinasyni sum havrannsóknarskip eftir samfull 41 ár, leggja tey á Havstovuni aftrat.

##med2##

Føroyabanki hevur verið friðaður fyri vinnuligari veiði í eini 13-14 ár.

Líkt er til, at Havstovan er komin eitt sindur í rasshaft av hesum stóra háli á Bankanum.