Stórur ivi um ólavsøkuna í ár

- Eg ljóði ivaleyst sum ein øgiligur ljósasløkkjari, um eg sigi, at eingin ólavsøka verður í ár, sigur Pál Weihe, yvirlækni og granskari.

 

Pál Weihe dugir illa at ímynda sær nakran felagssang á Vaglinum á ólavsøku í ár.

Pál Weihe dugir illa at ímynda sær nakran felagssang á Vaglinum á ólavsøku í ár.

 

Pál Weihe, yvirlækni og granskari, var gestur í Degi & Viku í kvøld, og ein av spurningunum, sum verturin, John Johannesen, setti honum, var, um tað er við at eydnast Føroyum at byrgja korona-smittuni inni?

- Um vit samanbera tølini í kvøld við tølini fyri nøkrum vikum síðan, so mugu vit siga, at tað nú sær ordiliga gott út. Vit hava fingið eina flata kurvu og ein ógvuliga góðan útvilking. Men, vit mugu eisini hugsa um, hvat tað er, sum vit hava við at gera.

Yvirlæknin og granskarin vísti á, at virusið, sum vit hava við at gera, er sera vandamikið.

- Tað er eingin orsøk at halda, at fólk í Spania, Italia ella í New York eru øðrvísi enn vit. Har síggja vit, hvussu virusið leikar í við yvirfyltum sjúkrahúsum, líkhúsum og óhugnaligheitum. Vit hava við eina stóra destruktiva kraft at gera, um vit ikki hava tamarhald á smittuni. Tað, sum Føroyar hava gjørt higar til dags er, at vit hava hildið smittu-spjaðingini niðri.

Pál Weihe væntar, at vit í Føroyum fara at noyðast at avbyrgja smittu í langa tíð, nú vit sum samfelag hava valt henda leistin.

- Tað gera vit faktist við tí máta, vit hava gjørt higar til dags. Okkara møguleiki nú er ikki at fáa ein sonevndan samfelags immunitet, og tí kann væntast, at hetta fer at taka langa tíð hjá okkum. Møguleikin, vit nú hava, er enn, sum áður, at halda smittuni niðri.

Men, hvussu gera vit so tað?

- Tað gera vit partvís við tí máta, vit hava gjørt higartil. Men, eftir sum vit hava havt so stóra eydnu við tí, vit hava gjørt, hava vit eisini eina orsøk at seta okkum spurningin, um vit ikki kunnu lata samfelagið eitt sindur meira upp.

Pál Weihe vísti á, at vit tó hava ein trupulleika, tá vit fara at lata uppaftur, og trupulleikin er, at “rokningin” tá verður seinkað í eina viku ella tvær. Um vit t.d. lótu upp í morgin, og smittan spreiddi seg, so høvdu vit sæð hetta um nakrar dagar ella vikur. Tí noyðast vit at vera ógvuliga varin við uppafturlatingini.

Hann helt fyri, at um vit lata upp ov harðliga, kunnu vit vekja henda óhugnaliga tikaran, sum kann gera stórar detruktiónir í samfelagnum.

Tað merkir, sigur Pál Weihe, at skulu vit lata upp, so má tað gerast varisliga, og vit mugu halda fram við at testa fyri at finna út av, um spittuspjaðing tá framvegis er ymsastaðni í samfelagnum.

- Men, gera vit hetta á rættan hátt, meti eg, at tað fer at bera til at lata samfelagið upp aftur í smáum. Trupulleikin hjá okkum er, at um vit blíva við at halda smittutalinum so langt niðri, so fáa vit eina drúgva gongd.

Yvirlæknin og granskarin segði, at Føroyar eisini kunnu koma í eina serliga støðu, um nógv smitta er í londunum rundan um okkum, sum vit ferðast til, kanska serliga í Danmark.

- Um tað verður soleiðis, hava vit eina orsøk til at verja okkara landamark, og vit kunnu tá ikki ordiliga lata fólk koma til okkum, sum um einki var.

Pál Weihe helt, at tað álvarsliga perspektivið í hesum er, at Føroyar í langa tíð kunnu gerast avbyrgdar frá umheiminum.

- Skulu vit bíða eftir, at heilivágurin móti korona-virus kemur, kanska um eitt ár ella stívliga tað, merkir hetta, at vit eisini noyðast at verja okkara landamark. Tað merkir, at tann, sum kemur til Føroya, noyðist í eitt slag at sóttarhaldi. Hetta kann gerast ein avleiðing fyri okkara ferðavinnu og tey, sum fáast við ferðslu, bæði sjóvegis og loftvegis. Her síggi eg ein poteltiellan stóran trupulleika.

Pál Weihe sær tó fyri sær, at tað saktans kann fara at lata seg gera at lata samfelagið upp aftur til innanhýsis aktivitet, um hetta verður gjørt varisliga.

- Tað hevur eydnast okkum so væl at byrgja upp fyri stórari smittuspjaðing, og hví skuldi tað tá ikki kunna eydnast, um vit fara varisliga fram, testa nógv og avbyrgja. Vit kundu tá fingið ein normalan gerandisdag aftur í Føroyum, men landamørkini fara at gerast ein trupulleiki.

Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, boðaði í kvøld frá, at í Danmark verða eingi størri tiltøk – í øllum førum ikki fyrr enn í august. Tí er spurningurin:

Fara vit í Føroyum at halda ólavsøku í ár?

- Tað ivist eg í, og tá eg sigi hetta, ljóði eg ivaleyst sum ein øgiligur ljósasløkkjari. Tá eg hugsi um okkara góðu og deiligu ólavsøku, har helvtin av føroyingum standa á Vaglinum og syngja – ja, tað dugi eg illa at síggja fyri mær beint nú. Tá skal heimurin broytast nokso nógv. Hinvegin, hetta er eitt nýtt virus. Vit kenna tað ikki, og vit royna at finna út av tí. Eg ivist í, um støðan verður broytt so nógv til august – tað má eg siga, segði Pál Weihe í Degi & Viku í kvøld.

##med2##

Pál Weihe dugir illa at ímynda sær nakran felagssang á Vaglinum á ólavsøku í ár.

- Vit hava við eina stóra destruktiva kraft at gera, um vit ikki hava tamarhald á smittuni.