Strandferðslan linkar nú tiltøkini ímóti korona eitt sindur

Men við nøkrum av skipunum hjá Strandferðsluni verða mannagongdirnar broyttar

Ritan verður enn meiri avmarkað enn hon hevur verið. Myndina tók Maud Charlotta í Geilini

Ritan verður enn meiri avmarkað enn hon hevur verið. Myndina tók Maud Charlotta í Geilini

Strandferðslan hevur nú gjørt av at linka tiltøkini ímóti korona eitt sindur. Tað merkir, at í morgin fara nakrir bussar hjá Bygdaleiðum aftur at koyra.

Annars løgdu Bygdaleiðir stilt longu 13. mars, men fyri nøkrum døgum síðani varð avgjørt at taka koyringina upp aftur triðja páskadal, ella týsdagin 14. apríl.

Men tað skuldi bara vera nakrir fáir bussar, og við eini nógv skerdari ferðaætlan. Men nú er so avgerð tikin um at framskunda ætlanina, soleiðis, at bussarnir fara í koyring aftur í morgin, annan apríl.

Trýst HER og síggj, hvørjir bussar fara at koyra, og hvussu ferðafólk, sum ætla sær við, skulu bera seg at.

Samstundis er eisini ætlanin at broyta mannagongdirnar við nøkrum av skipunum hjá Strandferðsluni.

Talan er um siglingina hjá Rituni, sum siglur uppá Svínoy og Fugloy, talan er um Spógvan, sum siglur upp á Hest, og talan er um Sildberan, sum siglur ímillum Sandoy og Skúgvoy.

Bátarnir sigla eftir ferðaætlanini, men fólk, sum skulu við, skulu ringja frammanundan at biðja um pláss.

Í tí sambandi skulu ferðafólk upplýsa navn og telefonnummar, og tey skulu seta seg í eitt ávíst setur umborð. Hetta er fyri at tryggja, at tað er nógv langt ímillum ferðafólkini, so at smittuvandin minkar.

Hendan mannagongdin verður eisini sett í verk fyri at fyri at Strandferðslan altíð veit, hvørji fólk eru við skipunum, og hvar tey hava sitið.

– Skuldi onkur fingið sjúkuna, vita vit sostatt beinanvegin, hvønn túr, tey hava verið við, og hvørjum tey hava ferðast saman við, sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni.

Higartil undir koronakreppuni, hevur Ritan ikki tikið meiri enn 35 ferðafólk, men nú verður talið, sum sleppur við  Rituni eisini lækkað niður í 16 ferðafólk. Við Sildberandum sleppa bara 10 fólk við hvønn túr og við Spógvanum sleppa bara fýra fólk við hvønn túr.

Strandferðslan sigur, at fastbúgvandi á útoyggj hava framíhjárætt til plássini umborð, men tey skulu, eins og onnur, bíleggja pláss frammanundan.  

Men sum heild verður tað framvegis mælt til, at fólk ferðast sum minst, og at tey ikki fara avstað uttan at tað er alneyðugt.

Hilmar Eliasen sigur, at tá ið koyringin hjá Bygdaleiðum er framskundað tvær vikur, er tað tí, at tað er ikki væntandi, at støðan fer at verða stórt øðrvísi um tvær vikur, enn hon er nú.

– Sostatt hava vit gjørt av at fara undir koyring aftur í morgin, leggur hann afturat.

Hann sigur, at beinleiðis orsøkin til hetta er, at korona-kreppunevndin hevur staðfest, at samferðslan á sjógvi og landi er ein alneyðug táttur í at halda samfelagsjhólunum malandi, og tískil verður koyrt, og siglt, har tey meta, at tað kann gerast undir tryggum umstøðum.

Ritan verður enn meiri avmarkað enn hon hevur verið. Myndina tók Maud Charlotta í Geilini