Strika kappingina um føroyameistaraheitið

Missurin er størri við at halda fram og bróta tilmælini um korona

 

 

Savnsmynd

Savnsmynd

Tað er nú greitt, at kappingin um føroyameistaraheitið í kurvabólti verður strikað í ár. Tað boðar Menningarsambandið fyri Kurvabólt frá nú á miðdegi.

Tey siga, at hetta er tí at tey hugsa um heilsuna hjá teimum, sum spæla kurvabólt, og teirra skyldfólki, og tí verðir kappingin ikki spæld liðug í ár. Og tað merkir sostatt, tað verða ikki fleiri dystir í kurvabólti í ár.

Hettar er fimta árið at kappingin hevur verið hjá monnum, men í ár verður eingin so eingin vinnari.

Tey eru komin til ta niðurstøðu, at heilsan skal takast fram um alt annað. Og tilmælini frá serfrøðini er, at vit framhaldandi skulu halda okkum minst tveir metrar frá hvørjum ørðum, og ikki fleiri enn 10 folk skulu vera saman. Og skal dystur leikast eru júst hesi tilmælini ógjørlig at halda, siga tey.

– Tað ber heilt einfalt ikki til at spæla kurvabólt og fylgja tilmælinum, siga tey í Menningarsambandinum.

Tey siga, at tey hava ikki nakran fíggjarligan miss, av at strika allar kappingar.

 – Alt arbeiði í kurvabólti er sjálvboðið, so vandin fyri tapi er størri við seta tilmælini til viks og halda fram við kappingini, siga tey.

Savnsmynd