Stúra fyri gongdini hesa næstu tíðina

Á Kvinnuhúsinum í Havn merkja tey púra einki til koronakreppuna – og tað eru tey eitt rættiliga stúrin um

Vit fáa ikki fleiri áheitanir enn vit plaga at fáa – og tað eru vit í roynd og veru eitt rættiliga stúrin um.

Tað sigur Barbara Eyðunsdóttir, sum er sosialráðgevari í Kvinnuhúsinum í Havn.

Í okkara grannalondum hevur harðskapur ímóti kvinnum vundið nógv upp á seg undir koronakreppuni.

Men tað hevur ikki gjørt seg galdandi í Kvinnuhúsinum í Havn.

– Tí stúra vit eitt fyri, hvussu gongdin fer at vera, tí tað er ein sannroynd, at vandamiklasta staðið, ein kvinna kann vera í, er heima hjá sær sjálvari. Og sum støðan er nú, eru nógvar kvinnur tvingaðar til at vera heima.

Og nú samfelagið er mestsum afturlatið, og nógv fólk eru heima, vísa royndirnar, at harðskapur ímóti kvinnum vindur upp á seg.

Barbara Eyðunsdóttir sigur, at støðan nú minnir um støðuna, sum plagdi vera á jólum. Um sjálvi jólini er friður, men so aftan á, í januar mánað, fáa vit nógvar áheitanir frá kvinnum, sum biðja um hjálp, sigur hon.

Og hon sigur, at eftir teimum royndum, tey hava, stúra tey fyri, at gongdin verður tann sama í sambandi við koronakreppuna.

– Nú koronakreppan herjar, hava vit í Kvinnuhúsinum ikki fingið fleiri áheitanir enn vit plaga ar fáa rá kvinnum, sum hava verið fyri harðskapi, og tað stúra vit fyri, tí vit vita, at av røttum áttu vit at havt fingið nakrar áheitanir, so hon væntar, at tær fara at koma seinni, sigur Barbara Eyðunsdóttir.

 Hon heldur at tað skerst heldur ikki burtur, at enn er harðskapur ímóti kvinnum eitt fyribrigdi, sum verður hildið dult í Føroyum.

– Í øðrum londum búgva fólk nógv tættari og har hendir tað ofta, at tað eru grannar, sum boða frá harðskapi. Men tað liggur ikki til føroyingar at blanda seg upp í hjá hvørjum øðrum, og tí lata tey heldur harðskap um seg ganga.

Har, sum kvinnur er fyri harðskapi, og børn eru í húsinum, er tað altíð børnini, sum líða ringast undir harðskapinum.

Og har er at minna á, at tey, sum vita um børn, sum mistrívast, ella eru fyri ágangi, hava beinleiðis skyldu til at boða myndugleikunum frá tí.