Stuttligir og syrgiligir fiskidagar

Sjálvandi skal útróðrarflotin sleppa at fiska. Teir eru ongin hóttan ímóti fiskastovnunum. Als ikki

Tað blikar á fjørðinum, mjørkin hongur so vakur omanfyri, og útróðarlíkindini eru av teimum fagrastu. Men ongir fiskidagar eru eftir í bólki 5B.

Eg havi verið við til at viðgera og áseta fiskidagatalið í løgtingsins vinnunevnd í 4 ár.

Eg havi ongantíð verið fyri at skerja fiskidagatalið, og mundi jeg blivið kjølhálaður tvær tær seinastu ferðirnar, tí jeg noktaði at skerja fiskidagatalið. Tá avtornaði var løgtingið samt um at steðga skerjingunum og ístaðin varðveita sama dagatal.

Tað er onki stuttligt í, at bátar ikki sleppa at loysa frá landi og stima til útróðrar. Men tað, sum er bæði stuttligt og grátiligt í senn, er, at fleiri av hesum, sum nú standa fram kropp á kroppi og ynskja at hækka dagatalið fyri bólk 5B, eru just tey somu, sum undir løgtingsviðgerðunum royndu at skerja fiskidagarnar enn meira. Hetta eru fólk bæði úr samgongu og andstøðu.

Hetta er ein óvanlig støða, at dagarnir í bólki 5B longu eru uppi.

Tann góði fiskiskapurin hjá útróðrarbátunum hevur verið kærkomin hjá øllum. Eisini hjá flakavirkjunum, sum hava fingið fyrstafloks rávøru til framleiðsluna. Feskan og heilan botnfisk avreiddan við dyrnar.

Sjálvandi skal útróðrarflotin sleppa at fiska. Teir eru ongin hóttan ímóti fiskastovnunum. Als ikki. Miðalaldurin hjá útróðrarmonnunum í Føroyum er áleið 60 ár og nærum ongin legst afturat. Útróðrarflotin regulerar seg sjálvan og kemur at minka burtur í onki sum árini ganga.

Tað, sum manglar í lógini, er eitt “bagatell” mark. Tað vil siga, at avreiðingar, sum eru minni enn t.d. 100-150 kg, skulu ikki telja við sum ein fiskidagur.

Tí mugu vit beinanvegin geva bólki 5B fleiri dagar og samstudis seta eitt bagatellmark inn í lógina.

Bjarni Hammer,
valevni Javnaðarfloksins