Styttri arbeiðsvika - meira familjutíð

 

 

Arbeiði er ein týdningarmikil partur av samleikanum. Nógv okkara brúka fleiri tímar saman við starvsfeløgum enn við familju og vinfólkum. Tí hevur eitt gott starvspláss sjálvandi nógv at siga fyri okkara trivnað og vælveru. Fyri at samfelagshjólini skulu blíva við at mala runt, er neyðugt at vit arbeiða og gjalda skatt, so vælferðarsamfelagið kann halda fram. Og vit arbeiða nógv. Tí føroyska arbeiðsfjøldin er hin virknasta í Evropa – ja kanska í heiminum. Hesum eru vit errin av. Men vit mugu renna skjótt, skulu vit náa alt tað, sum verður væntað av okkum í dagsins samfelagi.

Spurningurin er tí: hvussu nógvar tímar skulu vit arbeiða? Arbeiða vit ov nógv? Skal full tíð styttast úr 40 í 37 tímar? Ella er tað púra burturvið at tosa um at stytta arbeiðsvikuna nú, tá vinnulívið skríggjar eftir arbeiðsmegi?

Mín greiða meining er, at tað als ikki er burturvið. Tí hóast man kundi byrjað longu í ár við at stytt arbeiðsvikuna, so vil man ikki frá degi til dags stytta arbeiðsvikuna úr 40 í 37 tímar, men gjørt tað yvir nøkur ár. Og ongin veit, hvør tørvurin á arbeiðsmegi er um nøkur ár.

Søguliga hevur longdin á arbeiðsvikuni verið ásett við løgtingslóg. Seinast arbeiðsvikan varð stytt við lóg var í 1978. Framman undan varð hon stytt í 1970 og 1964. Í 1978 var arbeiðsvikan 42,5 tímar, og hon bleiv so líðandi stytt, til hon 1. januar 1980 var komin niður á 40 tímar. Tað eru tí 39 ár síðani arbeiðsvikan síðst var stytt. Nú er tíðin komin at stytta hana niður í 37 tímar.

Hví eigur arbeiðsvikan at styttast?

Strongd er ein av størstu heilsusjúkunum í vesturheiminum, sum rakar alsamt fleiri fólk. Starvsmannafelagið gjørdi í 2014 eina kanning, sum vísti, at annar hvør limur í felagnum hevði havt illgruna um strongd seinastu 3 árini, fimti hvør limur hevði verið hjá lækna við sínum illgruna, og umleið ein av tíggju hevði verið sjúkrameldaður vegna strongd. Orsøkirnar til stongd kunnu vera nógvar, men í heila tikið hongur tað helst saman við tí, at samfelagið er soleiðis háttað, at tað krevur nógv av okkum. Børn og ung verða rakt av sálarsjúku ella sálarligum trupulleikum í størri mun enn fyrr, møguliga tí, at foreldrini ikki í nóg stóran mun hava tíð at vera um tey. Vanligt er jú, at bæði foreldrini arbeiða fulla tíð, og tískil kann tað vera trupult at fáa familjulívið at hanga saman. Serliga hjá teimum, sum eiga smá børn.

Hetta ger, at nógv – serliga nógvar kvinnur -  velja at arbeiða niðursetta tíð og sostatt fáa minni í løn. Ein kanning frá 2013 vísir, at umleið helmingurin av kvinnunum arbeiða niðursetta tíð, hóast nógvar ikki gera tað sjálvbodnar. Kanska tí tær arbeiða í heilsuverkinum, á bústovnum, í eldraøkinum og so framvegis, har tað verður arbeitt í vaktum. Tá er tað næstan ómøguligt hjá teimum at arbeiða fulla tíð. Kanningar hava millum annað víst, at 68 % av námsfrøðingum arbeiða niðursetta tíð, og eins og við øðrum umsorganarstørvum er orsøkin ofta, at starvið er so hart kropsliga og sálarliga, at 40 tímar um vikuna er ov nógv. 75% av teimum fakøkjum, sum hava niðursett størv eru eyðkend av einum meiriluta av kvinnum.

Líkt er eisini til, at vit í framtíðini skulu orka at arbeiða fleiri ár enn áður. Fyri at hettta skal bera til er neyðugt, at vit eru væl fyri bæði kropsliga og sálarliga.

Kostnaður og avleiðingar

Um fólk verður sett inn fyri hvønn tíma, ið arbeiðsvikan verður stytt, kostar tað samfelagnum uml. 95 mió.kr. um árið. Fyri nógv størv, kanska serliga 8.00-16.00 størvini og skrivstovustørv, ið ikki eru tengd at eini serstakari upplatingartíð, verður tó ikki neyðugt at seta fleiri fólk inn, tí at í nógvum førum kunnu somu uppgávur loysast uppá 37 tímar sum 40 tímar. Í øðrum størvum, t.d. vaktararbeiðum og arbeiðum við ávísum upplatingartíðum, verður tó neyðugt at hava fólk inn fyri hvønn tíma. Tað er tí ringt at siga heilt nágreiniliga hvat tað kemur at kosta, men nógv av tí tað kostar at stytta arbeiðsvikuna verður vunnið innaftur.

Fyrimunirnir við at stytta arbeiðsvikuna niður í 37 tímar eru fleiri. Á omanfyrinevndu fakøkjum verður lættari at arbeiða fulla tíð, eins og tey, ið arbeiða niðursetta tíð nærkast eini fullari løn og eftirløn. Fyri barnafamiljur kann tað bera við sær styttri dagar hjá barninum á stovni. Og fyri familjur hevur tað við sær betri javnvág millum frítíð og arbeiði. Kanningar og royndir aðrastaðni vísa, at hóast tað kostar nakað at stytta arbeiðsvikuna, so verður nógv vunnið innaftur: m.a. at styttri arbeiðsvika hevur við sær at nøgdsemi hækkar, at dygdin og effektiviteturin hækkar dygdin, og at frávera vegna sjúkradagar og arbeiðsskaðar lækkar.

 

Tí skulu vit tora at kjakast um, hvørt arbeiðsvikan á 40 tímar er ov long, og at vit møguliga eiga at fáa stytta hana, soleiðis at javnvágin millum arbeiðslív og familjulív verður betur. Harumframt er eisini sannlíkt, at útreiðslurnar hjá tí almenna lækka, um færri fólk verða rakt av strondg, og um færri børn og ung hava tørv á hjálp frá eitt nú almennaverkinum ella psykiatriska deplinum vegna sálarligar trupulleikar. Tí er nógv vunnið, um vit fáa hesi tingini at hanga betri saman,

 

Føroyingar vilja arbeiða. Men vit vilja eisini hava tíð at vera saman við okkara kæru. Tíð til at vera saman við børnum, ommu- og abbabørnum. Tíð til ein drekkamunn saman við teimum eldru.

Tí vilja vit stytta vanligu arbeiðsvikuna, so vit í størri mun kunnu sameina arbeiðslív og familjulív.

 

Málið er at stytta arbeiðsvikuna niður í 37 tímar við somu løn sum fyri 40 tímar, og vit skulu byrja í ár!

 

Marita Klein Joensen, valevni fyri Javnaðarflokkin

 

 

Grein um søguliga ávirkan og hvørja ávirkan tað hevur havt í øðrum londum at stytta arbeiðsvikuna: www.askspoke.com/blog/hr/40-hour-work-week/

Arbeiðsvikan stytt í 1964: https://d3b1dqw2kzexi.cloudfront.net/media/9117/1964.pdf

Løgtingslóg um 40 tíma arbeiðsviku: https://logir.fo/Logtingslog/37-fra-01-06-1978-um-40-timars-arbeidsviku--40-timers-arbejdsuge

Kvinnur og niðursett tíð: www.in.fo/news-detail/news/fleiri-fordingar-fyri-at-kvinnur-arbeida-fulla-tid