Sum sild í tunnu til veljarafund hjá Trump

Í gjár staðfestu læknarnir í Hvítu Húsunum, at Donald Trump er frískur, og tí fór hann beint á veljarafund í Florida.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, helt í gjár fyrsta veljarafund sín í Sanford í Florida, síðani hann varð staðfestur sjúkur við koronuvirus. - Foto: Joe Raedle/Ritzau Scanpix

Amerikanski forsetin, Donald Trump, helt í gjár fyrsta veljarafund sín í Sanford í Florida, síðani hann varð staðfestur sjúkur við koronuvirus. - Foto: Joe Raedle/Ritzau Scanpix

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur verið íðin eftir at sleppa at taka uppaftur veljarafundirnar upp til valið í næsta mánaði.

Og tað hendi í nátt, tá hann í Sanford í statinum Florida helt sín fyrsta veljarafund, síðani hann gjørdist sjúkur av koronu.

Her helt hann røðu fyri tætt pakkaðari mannamúgvu, sum róptu og geylaðu, bæði við og uttan masku.

– Her eru nógv fólk, segði Trump sambært blaðnum The Guardian og kom við álopum ímóti sínum demokratiska mótstøðumanni Joe Biden:

– Hann helt veljarafund í dag, og har var eingin, sum kom.

Veljarafundurin hjá Biden var í býnum Cincinnati í statinum Ohio fyri lítlari samkomu. Her fanst hann millum annað at Trump fyri ikki at taka koronufarsóttina í álvara.

Veljarafundirnir eru týdningarmiklir, serliga fyri Trump, sum hevur gjørt fundirnar til sítt vørumerki.

Fyrr í gjár var Trump staðfestur frískur av læknum sínum eftir »fleiri dfar við negativum kanningarúrslitum« fyri koronuvirusið. Av pallinum í Sanford sigur forsetin, athann hevur tað »stórfingið«.

– Eg kom ígjøgnum tað, og nú siga tey, at eg eri immunur. Eg havi tað frálíkt, eg vil út og kyssa allar áhoyrarnar. Eg vil kyssa menninir og tær vøkru kvinnurnar. Øll. Ein stóran, saftigan koss, sigur hann sambært The Guardian.

/ritzau/

 

 

 

Amerikanski forsetin, Donald Trump, helt í gjár fyrsta veljarafund sín í Sanford í Florida, síðani hann varð staðfestur sjúkur við koronuvirus. - Foto: Joe Raedle/Ritzau Scanpix