Sunnari og sterkari Føroyar

Rørsla sum hugtak og fólkaheilsan skal hálast niður av tindunum, og blíva ein natúrligur partur av gerandisdegnum hjá øllum borgarum í Føroyum. Okkara serstaka føroyska matmentan skal samantvinnast nógv meira við føroyskt framleitt grønmeti.

 

Niðanfyri sæst mítt persónliga íkast til útgreinaðu valskránna hjá Tjóðveldi: ”Fólkaheilsa fyri øll”. Níggju evni, ið øll hava til endamál at fáa tíðarhóskandi fólkaheilsupolitikk á landspolitisku dagsskránna og gera Føroyar sunnari & sterkari við føroyskum loysnum.  

 

5. FÓLKAHEILSA FYRI ØLL

Fólkaheilsa er ein av fremstu grundarsteinunum fyri einum góðum og sunnum lívi – og til fyribyrging av sjúku og vælferðarsjúkum.

 

·      Gera tað lættari hjá føroyinginum at velja heilsugott í gerandisdegnum.

·      Við støði í okkara matmentan og samleika arbeiða fyri, at okkara eldri borgarar fáa stimbrandi, fjølbroyttan og heilsugóðan mat.

·      Almennir stovnar, ið gera mat til børn, ung og eldri, skulu gera avtalur og fáa møguleikan brúka føroyskt framleiddar dygdarvørur úr landbúnaði og úr sjónum.

·      Kjølfesta støðug heilsuátøk til allar føroyingar innan fyribyrging, heilsufremjan og sunnan kost.

·      Bøta um fólkaheilsuna í Føroyum og geva føroyingunum eina ognarkenslu í almennu kostráðunum við støði í føroyskari matmentan og samleika.

·      Menna allan stovnsmat, ið børn, ung, vaksin og eldri fáa kring landið.

·      Seta sjóneykuna á, at ovurfiti er ein natúrlig avleiðing av matvanum í dagsins samfelag.

·      Fáa matvøruídnaðin við í samstarv um at tálma sølu av skjóttsodnandi kalorium.

·      At seta okkum mál um matfullveldi í Føroyum, har vit framleiða dygdargóðar, staðbundnar landbúnaðarvørur

 

Snorri Patursson, valevni Tjóðveldis.