Svensk kvinna staðfest smittað við koronu tvær ferðir

Fyri fyrstu ferð hevur Svøríki eitt váttað dømi um persón, sum er smittaður við koronuvirus tvær ferðir.

Ein 53 ára gomul kvinna í Svøríki er smittað við koronuvirusi tvær ferðir.

Tað er váttað av granskarum á Sahlgrenska Univesitetssygehus, skrivar svenska blaðið Dagens Nyheter í dag.

Kvinnan er kannað positiv við covid-19 bæði í mai og í august, og í tíðarskeiðinum ímillum hevur hon verið staðfest virusfrí.

Harvið er kvinnan fyrst váttaða dømi í Svøríki um ein persón, sum er staðfestur smittaður við koronu meira enn eina ferð.

Sambært granskarum skilir virusstamman seg í fyrsta sjúkuførinum hjá kvinnuni frá virussammuni, tá kvinnan varð staðfest positiv aðru ferð.

– Tað merkir, at vit kunnu siga, at tað eru tvær ymsar smittur og ikkio tann sama, sum hevur verið í dvala, sigur Johanm Ringlander, lækni og professari sambært svenska blaðnum Expressen.

/ritzau/