Svenska uttanríkisráðfrúan leggur frá sær

Margot Wallström sigur, at hon leggur frá sær sum uttanríkisráðfrú fyri at kunna vera meira saman við familju síni.

Svenska uttanríkisráðfrúan, Margot Wallström, leggur frá sær. Tað hevur hon boðað Stefan Löfven, forsætirsáðharra, frá.

– Eg geri tað fyri at kunna vera meira saman við manni mínum, børnum mínum og ommubørnunum, greiðir Margot Wallström frá sambært blaðnum Dagens Nyheter.

64 ára gamla javnaðarkvinnan hevur verið uttanríkisráðfrú síðani 2014.

Hon var frá 2004 til 2010 næstforkvinna í ES-nevndini og frá 2010 til 2012 serligt frásøgufólk fyri ST um kynsligan ágang í kríggi og stríðum.

– Eg havi heilhjartað arbeitt við uppgávuni við at gera Svøríki trygt, respekterað í heiminum og virðismett sum samstarvsfelagi. At kunna saman við øðrum møta tíðarinnar avbjóðingum, skrivar hon í eini fráboðan til fjølmiðlarnar.

 

/ritzau/