Syngið við Danny og Inga á Okkara Tórsfest

– Vit kunnu avdúka, at hitsmiðirnir Danny og Ingi koma á Okkara Tórsfest, sum verður 20. juli í gongugøtuni í Havn. Teir báðir fara at borðreiða við stóru hittunum, sum seinnu árini eru vorðin fólkaogn.

Danny and the Veetos á ólavsøkutiltaki hjá Miðalhúsinum

Danny and the Veetos á ólavsøkutiltaki hjá Miðalhúsinum

Soleiðis skrivar Tórsfest í tíðindaskrivi, og tey halda fram:

»Danny er oddamaður í vælumtókta bólkinum Danny and the Veetos. Ingi er sjálvstøðugur poppprinsur, sum ikki kann lata vera við at framleiða landaplágur. Set teir saman, so fært tú ís og sjokulátu samstundis - og tað er himmalskt. Tí skulu áhoyrarar minnast til at hvíla ræddarvøddarnar áðrenn Tórsfest, tí røddin fær yvirtíð leygarkvøld 20. juli.

Frammanundan er longu greitt at Suspekt, Halberg & Friends, Dee Snider, Saint Kodiak og Hjalmer Larsen fara at framføra á Okkara Tórsfest 2019.«

 

@font-face { font-family: "Cambria Math"; }@font-face { font-family: "Calibri"; }@font-face { font-family: "Helvetica Neue"; }p.MsoNormal, li.MsoNormal, div.MsoNormal { margin: 0cm 0cm 0.0001pt; font-size: 12pt; font-family: "Calibri", sans-serif; }.MsoChpDefault { font-family: "Calibri", sans-serif; }div.WordSection1 { }

Danny and the Veetos á ólavsøkutiltaki hjá Miðalhúsinum