Systirin millum tey dripnu

Ein av teimum níggju, ið vórðu skotin til deyðis í Dayton í morgun, var systir skjúttan.

Níggju fólk vórðu skotin til deyðis og 27 onnur løstað í Dayton í Ohio í morgun.

Níggju fólk vórðu skotin til deyðis og 27 onnur løstað í Dayton í Ohio í morgun.


Løgreglan í Ohio veit at siga, at ein av teimum níggju fólkunum, sum 24 ára gamli Connor Betts skeyt til deyðis, var systir hansara. Tað skrivar CNN.

Tað var stutt eftir klokkan fimm í morgun okkara tíð, at Connor Betts skeyt níggju fólk til deyðis og løstaði í minsta lagi 27 onnur í náttarlívinum í býnum Dayton í Ohio.

12 tímar áðrenn skottilburðin í Ohio, skeyt ein 21 ára gamal maður frá hond í býnum El Paso í Texas. Tá vórðu heili 20 fólk dripin og í minsta lagi 26 onnur løstað.

Sostatt eru í minsta lagi 29 fólk skotin til deyðis í USA í dag.

Tað er ikki longri síðan enn ólavsøkuaftan, at ræðuligur skottilburður seinast var í USA. Tann 28. juli drap ein maður 3 fólk og løstaði 12 onnur, tá hann skeyt frá hond á einum matfestivali í Gilroy í Kalifornia. 

Níggju fólk vórðu skotin til deyðis og 27 onnur løstað í Dayton í Ohio í morgun.