Tað kann enda heilt galið

Fólk skulu ikki fara í holt við at gera sítt egna hondspritt, tí tað kann verða ein galin endi, sigur Arbeiðs-og Brunaeftirlitið

Í løtuni er ein rúgva av uppskriftum í miðlunum og á netinum um, hvussu ein kann gera sítt egna hondspritt. Men Arbeiðs- og brunaeftirlitið mælir staðiliga frá, at hetta verður gjørt, siga tey í eini fráboðan í kvøld

Hondspritt eru ofta gjørt burtur úr einum, ella fleiri, sløgum av alkoholi, eitt nú ethanol ella propan-2-ol, sum eru sera eldfim.

– Tað er tí stórur vandi fyri, at eldur kemur, ella at at fólk, sum fáast við alkohol, brenna seg.

Arbeiðs- og brunaeftirlitið mælir yvirhøvur fólki frá at stoyta eldfimar blandingar í eitt annað ílat, enn tað sum tað verður selt í, av tí at hetta kann vera sera vandamikið.
Tað er harumframt stórur vandi fyri, at fólk blanda tilfarið við skeivum. lutfalli, ella brúka skeivt tilfar.

– Ein skeiv blanding kann gera tað, at framleiðslan ikki drepur virussið og harvið gevur tað ein falskan tryggleika. Ein annar vandi er, at blandingin verður ov sterk, og tað er ikki gott at fáa á húðina, ella í eyguni.