– Tað kundi verið nógv verri

Tamarhald er á støðuni á Sjúklingahotellinum Tórshavn í Keypmannhavn nú aftaná ein koronatilburður bleiv staðfestur har í síðstu viku

– Tað kundi verið nógv verri, og fleiri kundi verið blviin sjúk. Tað er tað ikki, og vit hava fingið inndemmað beinanvegin og settu kanningarnar í verk beinanvegin.

Soleiðis sigur Margit Stórá, varðastjóri á Landssjúkrahúsinum um støðuna á Sjúklingahotellinum í Keypmannahavn, har ein persónur bleiv staðfestur smittaður við korona í síðstu viku. 

Á sjúklingahotellinum settu tey kanningar í verk fríggjadagin, tá tey fingu boðini um koronasjúklingin.

– Øll fólkini, sum búðu á sjúklingahotellinum fríggjadagin blivu testað og sjálvandi eisini tey starvsfólkini, sum høvdu verið har í tí tíðarskeiðnum, viðkomandi hevði verið har, sigur Margit Stórá við FM1.

Tey hava øll fingið svar upp á kanningarnar.

– Øll svarini eru tíbetur negativ, sigur Margit Stórá.

Fólk hava verið á sjúklingahotellinum, sum nú eru komin heim aftur til Føroya. Margit Stórá fortelur, at tey hava fingið fatur á øllum teimum fólkunum, og at hesi eru blivin testað eina eyka ferð umframt obligatorisku koronakanningina við landamarkið. Kanningarnar av hesum vísa eisini, at øll eru negativ.

Tey fólkini, sum eru á sjúklngahotellinum nú, skulu taka enn eina koronaroynd seinni í hesari vikuni. 

Ein møguleiki at fyribyrgja smittu enn meira á sjúklingahotellinum er at taka royndir av føroyskum sjúklingum, áðrenn teir koma niður á hotellið, og hesum verður arbeitt við at innføra nú.

Hoyr samrøðuna, sum Árni Gregersen gjørdi við Margit Stóra á FM1 við at trýsta á pílin undir myndini.