Tað skal loysa seg í krónum og oyrum

Skulu vit fremja eina grøna kollvelting í Føroyum, skal veruliga loysa seg at leggja um til grøna orku.

Í dag eru omanfyri 1000 hús í Føroyum, sum verða hitað við hitapumpum, og talið av elbilum nærkast teimum 200. Hetta er at gleðast um; men enn gera tey flestu tað av idealistiskum orsøkum og/ella tí tey hava ráð til tað. Men vit mangla enn restina, eini 18-20.000 hús og yvir 37.000 akfør!

Skulu vit av álvara gera eina grøna kollvelting í Føroyum – og tað haldi eg vit skulu gera – so noyðast vit at fáa stóru fjøldina við; og tað skjótt! Skulu vit fáa restina av Føroya fólki til at leggja um til hitapumpu, jarðhita ella aðra grøna orkuskipan, og skulu vit av álvara fáa skift føroysku bilparkina út við elbilar, so er bara eitt svar.

Tað skal loysa seg í krónum og oyrum!

 

Gularót ella stokk? Bæði!

So spyr tú kanska, um eg vil gera hetta við stokki ella gularót. Skulu vit eydnast, noyðast vit at brúka bæði. Í dag er tað ov kostnaðarmikið at gera íløgu í eina grøna orkuskipan, og tað tekur ov langa tíð áðrenn íløgan hevur goldið seg inn aftur. Í summum førum kunnu vit risikera, at tað bara verður break-even, áðrenn tíðin er komin at gera eina nýggja, dýra íløgu.

Hetta forðar teimum allar flestu í at gera hesa íløguna, eisini sjálvt um nógv hava hug til tað. Men tað er, og verður altíð pengapungurin, sum í síðsta enda bestemmar. Tí vit skulu jú eisini liva, í dag og í morgin.

Gularótin í dag er, at til ber at fáa MVG-afturbering fyri íløguna, umframt at latið er nú upp fyri bíligari streymi til hitapumpur. Men vit noyðast at gera gularótina uppaftur størri.

Síðani noyðast vit eisini at finna stokkin fram, og gera svørtu loysnina uppaftur dýrari.

Tað má og skal loysa seg betri at velja grønu loysnina, fram um ta svørtu.

 

Dálkandi skipavinnan

Størsti parturin av føroyska útátinum av vakstrarhúsgassum kemur frá stóra skipaflotanum. Tí noyðast vit eisini at fáa tann stóra skipaflotan at leggja um til grønari orkuskipanir skjótast gjørligt. Summi halda kanska at hetta so er ein trupul uppgáva – men tað er tað í roynd og veru ikki, tí svarið er tað sama. Tað skal loysa seg at leggja um!

Uppgávan hjá politisku skipanini er at leggja soleiðis til rættis, at tað fer at loysa seg. Og her haldi eg at vit skulu tora at fáa allar loysnir á borðið – stuðul, lán, frádráttir og so framvegis. Vit mugu og skulu fáa minkað um okkara útlát, tað skylda vit okkum sjálvum og ikki minst okkara eftirkomarum!

 

Tungoljan...

Tað eru mong sum so siga, at tað nyttar lítið at fáa øll at leggja um til eina grøna, elektriska orkuskipan, um streymurin á netinum verður framleiddur við tungolju.

Har er uppgávan hjá okkum, sum bjóða seg fram at stýra landinum, at tryggja at tað framyvir altíð verður ríkiligt av veruliga grønum streymi á el-netinum.

Skulu vit fremja eitt grønt orkuskifti, skulu vit eisini røkka málinum um at fáa 100 prosent grøna orku á el-netinum longu í 2030. Grøna orkuskiftið er bæði grøn elframleiðsla og skiftið frá olju til el í nýtslu.  

Tað fer at krevja stórar íløgur og nógvar beinharðar raðfestingar

 – og eg raðfesti grøna orkuskiftið øgiliga høgt!

 

Míni mál á orkuøkinum

Verði eg valdur í Løgtingið, vil eg arbeiða fyri:

·       at vit gera neyðugu íløgurnar fyri at hava 100% grøna el-orku í 2030

·       at vit gera tað bíligari at keypa grønar orkuskipanir og dýrari at lata vera

·       at landið veitir rentu- og avgjaldsfrí orkulán við sera lagaligum treytum

·       at vit banna oljufýri í nýggjum sethúsum og stovnum

·       at vit seta eitt Orku- og umhvørvismálaráð á stovn at fremja grønu kollveltingina

Rógvi Nybo

Løgtingsvalevni fyri Tjóðveldi