Tað slepst ikki eftir upsanum

- Eg skilji ikki, hví royndirnar við rist í trolinum ikki langt síðan er tiknar upp aftur, soleiðis at tann størri fiskurin kann fiskast burtur úr stovninum og harvið koma til høldar, sigur Ingi Hansen, útgerðarmaður hjá seks ísfiskatrolarum.

 

Ingi Hansen er útgerðarmaður hjá seks ísfiskatrolarum. Mynd: Álvur Haraldsen.

Ingi Hansen er útgerðarmaður hjá seks ísfiskatrolarum. Mynd: Álvur Haraldsen.

 

Teir, sum umboða ísfiskatrolarar, ið fiska upsa, halda, at ov lítið fæst av upsanum í mun til tær fiskifrøðiligu tilráðingar, ið eru. Spurningurin er, hví hetta er so. Føroyska upsaveiðan hevur MSC-góðkenning, sum merkir, at hon er burðardygg. Kortini undrar tað menn, at upsaveiðan bara er minkað seinnu árini.

Jens Pauli Petersen, stjóri í Faroe Origin, sum umframt at reka tvey fiskavirki, eisini rekur seks ísfiskartrolarar, vísir á, at nú fiska føroysku ísfiskatrolararnir bara stívliga 20.000 tons av kruvdum upsa um árið, samstundis sum miðalveiðan roknað yvir fleiri ár hevur verið 36.400 tons.

Okkurt árið var upsaveiðan oman fyri 60.000 tons, ið er tríggjar ferðir so nógv, sum árliga veiðan er í dag.

Stjórin vísir á, at roknað yvir seinastu tíggju árini eru heili 67.000 tons færri fiskað av upsa enn tað, sum fiskifrøðin hevur mett vera ráðiligt. Hetta svarar til eitt “mist” avreiðingarvirði á millum 400 og 500 miljónir krónur umframt mistu virðisøkingina inni á fiskavirkjunum.

Jens Pauli Petersen leggur aftrat, at tað bæði hevði verið hugaligari hjá sjófólkinum og fólkinum, sum starvast á virkjunum, um hetta avreiðingarvirði og tann virðisøking, sum hesi tonsini aftrat kundu skapt, var komin til høldar.

Ingi Hansen, sum er útgerðarmaður hjá skipunum hjá Faroe Origin, er púra samdur við stjóran, og útgerðarmaðurin setir eisini spurningin, hvør orsøkin man vera til gongdina við minkandi upsaveiði.

- Tað er sjálvandi trupult at siga, men vit halda, at ov nógvar leiðir eru stongdar fyri trolveiði, og tí slepst ikki eftir upsanum, sum eisini fiskifrøðin heldur eigur at vera í føroyskum sjógvi.

Ingi Hansen vísir til royndirnar við rist í trolinum, sum vórðu gjørdar inni á stongdum leiðum í 2013 og 2014.

- Her gjørdi eitt trolarapar tveir túrar hvørt árið, og her var eisini upptøkutól heft á trolreiðskapin, so tað týðiliga sást, hvussu ristin syrgir fyri, at smái upsin fer út aftur og ikki aftur í trolposan, har hin størri fiskurin endar.

Útgerðarmaðurin sigur, at í hesum royndum hevði annar trolarin rist í trolinum - og hin hevði ikki. Tískil sást eisini munurin á veiðini, har trolarin við rist hevði størri fisk enn trolarin, sum ikki fiskaði við rist. 

- Eg skilji ikki, hví hesar royndir ikki langt síðan er tiknar upp aftur, soleiðis at tann størri fiskurin kann fiskast burtur úr stovninum og harvið koma til høldar.

Ingi Hansen leggur aftrat, at fleiri partar vóru við í hesum royndum, og umboð fyri Havstovuna vóru eisini umborð, meðan royndirnar vórðu gjørdar við ísfiskatrolarunum.

Eingin av aktørunum í upsavinnuni ynskir, at veiðan eftir upsa missir sína MSC-góðkenning, tí tað hevði bara komið vinnuni aftur um brekkur. - Í okkara verð betýðir góðkenningin alt, og vit høvdu ikki kunnað selt upsa til fleiri av viðskiftafeløgunum uttan hesa góðkenning, leggur stjórin í Faroe Origin, Jens Pauli Petersen, aftrat.

Hann vísir á, at viðskiftafeløg eitt nú í Fraklandi og Týsklandi, sum eru høvuðsmarknaðir hjá fyritøkuni, tá ræður um upsa, høvdu ikki keypt vøruna, um eingin MSC-góðkenning var, og tað hevði helst eisini verið trupult at selt vøruna í Póllandi.

- Spurningurin er so, um ikki upsaveiðan í føroyskum sjógvi átti at fingið størri rásarúm, soleiðis at skip kundu fiskað inni í annars stongdum kassum við rist, sigur Jens Pauli Petersen, sum leggur aftrat, at bæði ísfiskatrolarar og virkir nærkast einari óndari ringrás, har tað kann gerast trupult at varðveita fólk umborð á skipum og á virkjunum í landi.

##med2##

Ingi Hansen er útgerðarmaður hjá seks ísfiskatrolarum. Mynd: Álvur Haraldsen.

Jens Pauli Petersen, stjóri í Faroe Origin. Mynd: Álvur Haraldsen.