Tað verður ælaveður í dag

DMI roknar við, at tað fer at regna onkrar løtur í dag

(Mynd: Ingi Sørensen)

(Mynd: Ingi Sørensen)

Danska veðurstovan roknar við, at tað fer at regna partar av degnum í dag.

Tað verður 5-10 m/s av eystri. Sum frálíður fer vindurin í sunnan, og tað verður ælaveður. Hitin verður millum 10 og 15 stig.

Mikudagin verður 8-13 m/s av landsynningi. Fyrst á degnum tur, men seinni regn av suðri. Út á náttina fer vindurin í landsynningi, og tað verður klárari í veðrinum. Hitin mikudagin millum 13 og 18 stig. Hósnáttina um 11 stig.

(Mynd: Ingi Sørensen)