Tað verður ein stór avbjóðing tá ið korona- kreppan er av

– Og tað er at finna út av, hvagar rokningin skal sendast, sigur Høgni Hoydal, tingmaður fyri Tjóðveldi

Tá ið koronakreppan er hæsað av, fáa vit eina stóra avbjóðing. Tað heldur Høgni Hoydal, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, og formaður floksins.

Og tað er at finna út av, hvør skal hava rokningina fyri tær stóru upphæddir, korona-kreppan hevur kostað samfelagnum.

Tá ið Løgtingið viðgjørdi hjálparpakkan til vinnuna, helt hann fyri, at er tað nakað vit hava lært, er tað, at tá ið kreppur taka seg upp, traðkar samhaldsfesti til og rokningin fyri kreppuna verður ein felags rokning til okkum øll,

– Men tá kreppan av avhæsað, verða tað aftur bara tey fáu, sum fara við øllum vinninginum, segði Høgni Hoydal.

Hann heldur, at í sambandi við korona-kreppuna verður tað ein stór avbjóðing at vísa samhaldsfesti í álvara, so at vit øll bera okkara part – men at teir breiðastu herðarnar kortini bera tyngstu byrðarnar.

Støðan er kollvelt frá degi til dags. Nógv stúra fyri sínum tilverugrundarlagi og tær stóru og sterku fyritøkurnar, sum hava havt stórar øgilga fyrimunir seinastu árini, mugu eisini taka sín part av kreppuni, segði formaðurin í Tjóðveldi.

– Og vit mugu eisini støðugt vera eftir bankunum, so at eisini teir taka sína ábyrgd, og vit skulu minnast til, at tað eru ikki so nógv ár síðani, at skattgjaldarin bjargaði øllum bankunum, tá ið teir komu í neyð.

Høgni Hoydal heldur, at tað neyðugt at gera eina trýparta avtalu um hesi viðurskiftini. Her hugsar hann um eina avtalu ímillum fakfeløgini, politisku myndugleikarnar, har kommunurnar eisini eru við, og arbeiðsgevarar og vinnuna vinnuna.

Hann heldur, at nettupp ein slík avtala verður rættiliga avgerðandi fyri, at vit rokningin verður býtt rættvíst.

Somuleiðis heldur hann, at vit mugu byggja ein verjugarð rundna um ALS, so at landskassin kanska endurrindar ALS tað, sum korona-kreppan kostar teimum.

Hann sigur, at sostatt verður tað neyðugt at gera eina avtalu um, hvussu vit fíggja korona-kreppuna.

Hann vísir á, at landskassin er væl fyri og vit hava ein búskapargrunn. Men rokningin fyri korona-kreppuna má ikki, má ikki bara enda hjá vanliga skattgjaldarnum, soleiðis, sum hon altíð ger, tá ið kreppur taka seg upp, legði hann dent á.

– Vit mugu tryggja okkum at rokningin eisini verður løgd á tær breiðastu herðararnar, og tað er eitt mál, sum má takast upp, tá ið hetta er hæsað av, sigur Høgni Hoydal.