Tað verður hildið dult hvør hevur korona

- Hvar eg eri smittað, veit eg ikki, og hví veit eg ikki tað? Tí, tað verður hildið dult, hvør er sjúkur. Soleiðis havi eg følt tað.

 

- Eg havi havt ilt í liðunum, og eg havi sveittað sera nógv um náttina, sigur Hannebeth Garðalíð.

- Eg havi havt ilt í liðunum, og eg havi sveittað sera nógv um náttina, sigur Hannebeth Garðalíð.

 

- Ja, so hendi tað. Úthurðin bleiv skrykt á víðan vegg. Inn kom korona, leyp á meg og býtt, sum eg eri, gloypti eg henni.

Soleiðis skrivar Hannebeth Garðalíð á Húsum á sínari Facebook-síðu í kvøld, og so leggur hon aftrat:

- Síggjast um 14 dagar...

Á sínari Facebook-síðu tekur hon eisini soleiðis til:

- Tit halda tað møguliga vera løgið, at eg leggi hetta út her, men eg skal siga tykkum hví. Tað kennist so duldarfult, hvør er smittaður, og hvar í landinum tey smittaðu eru.

Annebeth Garðalíð vísir á, at hon vil bara vera erlig og siga, hvar hon er, so hon ikki verður orsøk til, at nakar annar verður smittaður av henni.

- Hvar eg eri smittað, veit eg ikki, og hví veit eg ikki tað? Tí, tað verður hildið dult, hvør er sjúkur. Soleiðis havi eg følt tað.

Hannebeth Garðalíð sigur, at hon sum heild hevur følt seg væl, men hon hevur verið køld, sera køld. Hon hevur havt ilt í liðunum, og hon hevur sveittað sera nógv um náttina.

- Eg havi havt nakað av fepuri, men ikki alarmerandi høgan fepur. Havið tað nú gott, øll somul og ansið væl eftir hvørjum øðrum.

Við In.fo sigur Hannebeth Garðalíð í kvøld, at hon læt seg kanna, tá hon hoyrdi, hvussu hin fyrsti, sum var vorðin frískur aftur fyri korona, hevði havt tað, meðan hann var sjúkur.

- Míni sjúkueyðkenni vóru neyvt tey somu, og tað vísti seg eisini, at hevði hevði korona, sigur Hannebeth Garðalíð á Húsum í kvøld.

##med2##

- Eg havi havt ilt í liðunum, og eg havi sveittað sera nógv um náttina, sigur Hannebeth Garðalíð.

- Eg havi havt nakað av fepuri, men ikki alarmerandi høgan, sigur Hannebeth Garðalíð.