Taka støðu í næstu viku

– Vit fylgja við støðuni, og í næstu viku taka vit støðu til, hvussu vit gera, tá ið ræður um at lata Føroyar upp aftur, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður

Løgmaður vildi ikki siga nakað ítøkiligt á tíðindafundinum í dag, um nær landið letur upp aftur.

– Higartil hevur gingið væl. Og okkara smittutøl eru óvanliga góð. Uttanlands er stórur áhugi fyri, hvussu vit bera okkum at í Føroyum, segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Hann vísti á, at vit eru ikki komin á mál enn.

– Uppgávan er bæði einføld og trupul. Komandi dagarnar og á pásum mugu vit vera heima sum mest, segði hann og vísti á almennu tilmælini um at vera heima, at halda frástøðu, at vaksa hendur, og at spritta.  

– Tað er avgerandi fyri, hvussu hetta fer at spæla av, um vit halda fast, segði hann.
Og hann endurtók tað, sum hann hevur sagt áður.

– Tiltøkini standa við í øllum førum til 2. páskadag, segði hann.

Løgmaður vísti á, at samskift verður eisini við onnur lond. Hann nevndi eisini, at tað er ikki skilagott at lata alt alt landið upp í einum, og at tað tí helst verður í stigum, tá ið landið verður latið upp aftur.