Talið á ferðafólki er rapað niður í helvt

Mars mánaður hevur verið ringur hjá flogvøllinum í Vágum

Mars mánaður hevur verið rættiliga svartur hjá teimum á flogvøllinum í Vágum.

Nú ferðafólkatalið er gjørt upp, vísir tað seg, ferðafólkatalið í mars í ár er ikki meiri enn helvtin av tí tað var í mars í fjør.

Tað eru nú nakrar vikur síðani, at flogsambandið ímillum Føroyar og Danmark varð skert niður lítið og einki, miðskeiðis í mars, og tað sæst aftur í ferðafólkatølunum.

Í mars í ár ferðaðust bara 12.630 ferðafólk ígjøgnum flogvøllin í Vágum, og tað eru heili 48,7 færri enn í mars mánað í fjør.

Bæði í januar og februar í ár hevur talið á ferðafólki annars verið umleið 10 prosent størri enn tað var í januar og í februar í fjør.

Men nú mars mánaði er taldur við, er talið á ferðafólki, sum hevur ferðast ígjøgnum flogvøllin í Vágum, verið 56.743 ferðafólk og tað eru 12,6 posent minni enn í fyrsta ársfjórðingi í fjør.