Talið á ferðafólki vaks meiri enn 300 prosent

Men enn er flogvøllurin í Vágum ikki komin meiri enn upp í hálva ferð

Tað hevur verið rættiliga tómligt á flogvøllinum higartil í ár

Tað hevur verið rættiliga tómligt á flogvøllinum higartil í ár

Í juli í ár ferðaðust stívliga 32.000 ferðafólk um flogvøllin í Vágum. Sostatt varð talið á ferðafólkum á flogvøllinum í juli meiri enn tríggjar ferðir so høgt sum var var í juni mánað.

Í juni mánað ferðaðust nevniliga stívligs 9.900 ferðafólk um flogvøllin í Vágum, vísir ein samanteljing hjá flogvøllinum.

At tað ferðast 32.000 ferðafólk um flogvøllin í juli mánað, kann ljóða nógv, men tað er ikki meiri enn helvtin av tí tali, sum ferðaðist um flogvøllin í juli í fjør.

Tá ið korona fór at gera um seg varð alt flogsamband ímillum Føroyar og umheimin lagt mestsum heilt lamið, men síðani hevur nakað av flúgving tikið seg upp aftur.

Tá ið ringast stóð til í vár, var í apríl og mai, tá ið ferðafólkatalið á flogvøllinum ikki meiri enn eini seks til 10 prosent av tí, tað plagar at vera. Nú er tað komið upp aftur á eini 50 prosent av tí vanliga.

Í apríl í ár ferðaðust bara 2.389 ferðafólk um flogvøllin og mai var talið 3.273 ferðafólk, men so varð flúgvingin tikin upp aftur og tað hevur bøtt eitt sindur upp á støðuna.

Sjey teir fyrstu sjey mánaðirnar í ár ferðaðust 104.531 ferðafólk um flogvøllin og tað eru heili 58,2 prosent minni enn teir fyrstu sjey mánaðirnar í fjør.

Tað hevur verið rættiliga tómligt á flogvøllinum higartil í ár