Talið av coronasmittaðum í Suðurkorea lækkar

Kurvan kann vera um at knekka, ljóðar úr Suðurkorea, eftir at eisini Kina boðar frá færri coronatilburðum.

Ein kvinna við andlitsmasku gongur á eini manntómari gøtu í Daegu í Suðurkorea í dag. - Foto: Kim Kyung-Hoon/Reuters

Ein kvinna við andlitsmasku gongur á eini manntómari gøtu í Daegu í Suðurkorea í dag. - Foto: Kim Kyung-Hoon/Reuters

Fyri fyrstu ferð í tvær vikur hevur Suðurkora í daga boðað frá færri enn 150 nýggjum tilburðum av coronasmittu.

Seinasta samdøgrið eru vátta 131 nýggir tilburðir, upplýsir suðurkoreansku heilsumyndugleikarnir. Trý eru deyð.

Harvið eru tilsamans 54 deyð av Covid-19, sum sjúkan eitur. Tilsamans eru 7513 smittað í Suðurkorea.

– Talið av nýggjum Corid-19 tilburðum hevur verið lækkandi, so vit kunnu halda, at kurvan er við at knekka, sigur Yoon Tae-ho, sum er talsmaður fyri miðstøðina hjá suðurkoreansku stórnini fyri smittuhandfaring.

Útbrotið breiðir seg tó framvegis, leggur hann afturat og ávarar ímóti at slaka í royndunu fyri at forða smittuni.

Eisini onnur lond í Asia boða frá vón um, at útbrotið er við at vikna.

Kina, har coronavirusið á fyrsta sinni breyt út, kundi í dag boða frá lægsta tali av nýggjum tilburður, síðani farið var at skráseta teir í januar.

Tað vóru bara skrásett 19 nýggir tilburðir og 17 doyðu mánadagin.

Tølini vísa, at gongdin eftir øllum at døma er við at venda í Kina.

Tað varð eisini markerað við, at kinesiski forsetin, Xi Jinping, í dag var á vitjan í milliónabýnum Wuhan. Tað erí Wuhan, at tað umfatandi útbrotið hevur sín uppruna.

Tað var fyrsta vitjan hjá forsetanum í býnum síðani útbrotið byrjaði.

Harafturímóti eru smittutilburðirnir økjandi í meginpartinum av Evropa.

/ritzau/AFP

 

 

Ein kvinna við andlitsmasku gongur á eini manntómari gøtu í Daegu í Suðurkorea í dag. - Foto: Kim Kyung-Hoon/Reuters