Talið av deyðum í Onglandi veksur ógvusliga

Yngsta offurið fyri koronavirus var ein 13 ára gamal drongur uttan aðrar sjúkur, upplýsa heilsumyndugleikar.

Løgregla á varðferð kring Bank of England í høvuðsstaðnum London. Mynd: John Sibley/Reuters

Løgregla á varðferð kring Bank of England í høvuðsstaðnum London. Mynd: John Sibley/Reuters

Deyðstalið millum koronasjúklingar í Onglandi er seinasta samdøgrið hækkað við 29 prosentum.

367 eru deyð seinasta samdøgrið eftir at vera smittað við korona. Tað er higartil størsta hækking upp á eitt samdøgur, sigur sjónvarpsstøðin BBC.

Talið av koronadeyðum í Onglandi er nú komið upp á 1651, sigur bretska heilsumálaráðið NHS sambært tíðindastovuni Reuters.

– Sjúklingarnir vóru í aldrinum 19 til 98 ár. Øll uttan 28 sjúklingar (millum 19 og 91 ár) høvdu aðrar sjúkur, sigur NHS.

Í øllum Bretlandi eru tilsamans 1801 fólk deyð eftir at vera smittað við korona. Tað er ein hækking upp á 400 upp á eitt samdøgur.

Seinasta samdøgrið eru 13 deyð í Skotlandi, sjey í Wales og seks í Norðurírlandi.

Tað gevur eitt samlað tal fyri hesi trý økini upp á ávikavist 60, 69 og 28 millum koronasmittaðar sjúklingar.

Ein av teimum deyðu var ein 13 ára gamal drongur, sum var smittaður við koronavirus og var innlagdur á sjúkrahúsið King’s College í London.

Tað váttaði sjúkrahúsið í dag sambært Reuters og fleiri bretskar miðlar.

Familjan hjá honum sigur við blaðið The Mirror, at hann hevði sjúkueyðkenni upp á koronasmittu og hevði trupult við at anda.

– Hann var lagdur í respirator og síðani lagdur í koma, men doyði tíverri í morgun. Okkum vitandi hevði hann ikki aðra sjúku. Vit eru fullkomiliga knúst, sigur familjan við blaðið.

Drongurin er tann higartil yngsti persónur, sum er deyður av Covid-19, sum sjúkan eitur.

King’s College hevur ikki fleiri viðmerkingar.

/ritzau/

 

 

 

Løgregla á varðferð kring Bank of England í høvuðsstaðnum London. Mynd: John Sibley/Reuters