Talið av deyðum við korona í Norðanlondum farið um 4000

Seinasta samdøgrið er talið av andlátum við korona í Norðanlondum hækkað við 111.

Annar liður í upplatingin av Danmark er á veg, boðaði Mette Frederiksen, forsætisráfrú frá í gjár framman fyri Marienborg. - Foto: Philip Davali/Ritzau Scanpix

Annar liður í upplatingin av Danmark er á veg, boðaði Mette Frederiksen, forsætisráfrú frá í gjár framman fyri Marienborg. - Foto: Philip Davali/Ritzau Scanpix

Tilsamans eru 4036 fólk í Norðanlondum deyð við koronasmittu.

Tað er ein vøkstur við 111 síðani gjáranáttina. Samdøgrið frammanundan var talið 97.

Tilsamans búgva góðar 27 milliónir fólk í Norðanlondum. Tí svarar talið av deyðum til 14,7 deyð fyri hvørjar 100.000 íbúgvar.

Hvørki í Føroyum ella Grønlandi er nakar skrásettur deyður av Covid-19.

Her er tølini fyri deyð fram til á midnátt. Talið í klombrum er talið av deyðum fyri hvørjar 100.000 íbúgvar.

* Svøríki: 3040 deyð (29,7). 99 deyð seinastu 24 tímarnar.

* Danmark: 514 deyð (8,9). 8 deyð seinastu 24 tímarnar.

* Finnland: 255 deyð (4,6). 3 deyð seinastu 24 tímarnar.

* Noreg: 217 deyð (3,9). 1 deyður seinastu 24 tímarnar.

* Ísland: 10 deyð (2,7). Eingin deyður seinastu 24 tímarnar.

* Føroyar: Eingin deyður.

* Grønland:  Eingin deyður.

Kelda: Johns Hopkins University, Styrelsen for Patientsikkerhed, Landslæknaembætið í Grønlandi, Landslæknaembætið í Føroyum.

/ritzau/

 

 

 

 

Annar liður í upplatingin av Danmark er á veg, boðaði Mette Frederiksen, forsætisráfrú frá í gjár framman fyri Marienborg. - Foto: Philip Davali/Ritzau Scanpix