Talið av el-bilum vaks við 74 prosentum

Hóast talið av el-bilum í Føroyum framvegis er lágt, so er vøksturin stóru í prosentum.

 

 

Á nýggjárinum í fjør vóru 185 el-bilar skrásettir í Føroyum. Á nýggjárinum hesaferð eru teir 321 í tali, og tað er ein vøkstur upp á 73,5 prosent.

Av el-bilunum eru persónbilarnir nógv teir flestu. Teir eru 307 í tali. 12 vøruvognar, 1 hýruvognur og 1 bussur. Og so eru 30 el-prutl eisini skrásett í Føroyum.

Tilsamans eru skrásett 40.265 akfør í Føroyum. Í prosentum eru teir 321 el-bilarnir tó bara 0,8 porosent.

Persónbilar í Føroyum tilsamans eru 26.612 í tali. Av teimum eru 16.379 bensin, 9.926 diesel og 307 el.

Av teimum 40.265 akførunum, sum eru skrásett í Føroyum, eru 4.505, sum ikki hava motor og kunnu koyra sjálvi. Tað eru eitt nú viðfestisvognar og kampingvognar. Sjálvkoyrandi akfør tilsamans eru 35.760 í tali. Og av teimum eru 19.905 sum eru drivin við bensinmotori, 15.504 við dieselmotor og 351 við elmotori.