Talið av koronusmittaðum farið um 25 milliónir

Fýra dagar eftir at talið av koronusmittaðum kring heimin fór um 24 milliónir, er ein millión afturat smittað.

India hevur í dag sett eitt keðiligt met, tá landið hevur staðfest 78.761 nýggjar smittutilburðir tað seinasta samdøgrið

India hevur í dag sett eitt keðiligt met, tá landið hevur staðfest 78.761 nýggjar smittutilburðir tað seinasta samdøgrið

Í dag hevur heimurin rundað 25 milliónir, sum eru staðfest positiv við koronuvirus.

Tað vísir uppgerð frá Johns Hopkins University.

Tað eru fýra dagar síðani, at talið av staðfestum smittaðum fór um 24 milliónir.

USA er tað landið í heiminum, har nógv flest eru smittað, síðani farsóttin fór at herja. Fleiri enn 5,9 milliónir fólk eru staðfest positiv í USA.

Síðani kemur Brasilia, har 3,5 millióonir eru staðfest smittað.-

Í India eru eitt sindur meira enn 3,5 milliónir fólk smittað.

Júst India hevur í dag sett eitt keðiligt met, tá landið hevur staðfest 78.761 nýggjar smittutilburðir tað seinasta samdøgrið.

Tað er hægsta talið av smittaðum, sum eitt land hevur staðfest í 24 tímar.

Metið higartil hevði USA, sum miðskeiðis í juli skrásetti 77.638 nýggjar smittutilburðir í eitt samdøgur.

/ritzau/

 

India hevur í dag sett eitt keðiligt met, tá landið hevur staðfest 78.761 nýggjar smittutilburðir tað seinasta samdøgrið