Talið av nýggjum koronutilburðum um dagin í USA setur met

USA setur nýtt met undir koronufarsóttini. Trump greiðir frá høgu smittutølunum við teststrategi.

Anthony Fauci, sum er stjóri í Altjóða Stovninum fyri Allergi og Infektiónssjúkur í USA og ráðgevi í Hvítu Húsunum undir koronukreppuni, heldur, at nógvir av amerikansku statunum hava verið ov skjótir at latið uppaftur. - Foto: Pool/Reuter

Talið av koronusmittaðum persónum í USA heldur fram við at hækka.

USA hevur við yvir 65.000 nýggjum smittutilburðum soleiðis skrásett tað higartil hægsta smittutalið í 24 tímar.

Tað skrivar tíðindastovan AFP í nátt okkara tíð.

Tilsamans 65.551 nýggir tilburðir eru váttaðir. Uppgerðin fevnir um tíðarbilið frá klokkan 01.30 hósnáttina til klokkan 01.30 í nátt.

Tað higartil hægsta talið av nýggjum smittutilburðum í 24 tímar var upp á gott og væl 60.200 og varð skrásett týsdagin.

Nýggja koronuvirusið, sum eingin vaksina enn er funnin ímóti, hevur rakt USA harðari enn nakað annað land við yvir 3,1 milliónum smittutilburðum og 133.209 andlátum.

Frá klokkan 01.30 okkara tíð gjáranáttina og 24 tímar fram eru deyð 1.000 fólk afturat við koronusmittuni.

Fleiri statir hava sett í gildi aftur avmarkingar fyri at forða virusinum at spreiða seg. Teirramillum teir tríggir fólkaríkastu statirnir, California, Texas og Floridam har talið av smittaðum er hækkandi.

Heilsuserfrøðingar eru stúrnir fyri, at kurvin við talinum av deyðum skjótt eisini fer at hækka aftur.

– Vit eru í einum truplum tíðarskeiði beint nú, segði evsta heilsuráðgevin hjá amerikonsku stjórnini, Antohny Fauci, á einum telefonráðstevnu í gjár.

Sambært Fauci hava nógvir statir verið skjótir at seta úr gildi tiltøk og lata uppaftur uttan at hava prógv fyri fallandi smittutølum.

– Eg haldi, at vit eru noydd at fáa statirnar at seta upplatingina á pausu, men eg haldi ikki, at vit eru noydd at venda aftur til ein stongsul, sigur Fauci.

Forsetin í USA, Donald Trump, hevur niðurtóna methøga smittutalið. Í gjár endurtók Trump tað í einum tweeti, at tey høgu smittutølini er tú, at USA hevur kannað nógv fleiri fólk, enn tey hava gjørt í øðrum londum.

– Vit hava kannað 40 milliónir fólk. Um vit í staðin høvdu kannað 20 milliónir, vildi talið av smittaðum verið helmingin, skrivar Trump.

/ritzau/

##med2##