Tann fryntligi ráðgevandi læknin

Í fleiri umførum hevur tann fryntligi Bjarni á Steig, yvirlækni, greitt frá á tíðindafundum um koronasmittuna. Hóast hann eisini kann koma við peikifingrinum, so er hann varin, og letur politikararnar um at stinga út í kortið

 

 

– Vit ráðgeva, men politikararnir avgera og stinga út í kortið, sigur Bjarni á Steig, depilsleiðari á medisinska deplinum og yvirlækni í hæmatologi.

Hann er ein av læknunum, sum dugir væl at greiða frá tí læknafakliga í sambandi við koronasmittuna á ein einfaldan hátt, so at vanligi føroyingurin – eisini tann, sum ikki hevur drúgva útbúgving – skilir, hvat talan er um.

– Vit kunnu gleðast um, at tað sær út til, at tað hevur eydnast at avmarkað og avbyrgja smittuna. Strategiin hjá okkum hevur eydnast, sigur Bjarni á Steig.

 

Mugu ikki fáa bylgju nummar tvey

Men sjálvt um vit eru næstan koronafrí í Føroyum og fara at halda eitt vakið eftirlit við øllum, sum koma til landið, heldur yvirlæknin ikki, at vit kunnu lata alt landið upp aftur og liva avbyrgd koronafrí frá útheiminum.

– Vit mugu fyrst síggja, hvussu tølini vera um eina viku. Løgmaður hevur boðað frá, at hann fer at siga meira 4. mai, hvussu landið verður latið upp aftur. Men tað er heilt greitt, at vit kunnu ikki lata alt landið upp í einum. Vit mugu gera tað varisliga. Tí um vit fáa smittuna aftur, kann alt latast aftur upp á stutta tíð, sigur hann.

Hann vísir á, at tað kann koma okkum aftur um brekku, um vit lata alt upp í einum.

– Hong Kong og Singapor høvdu fingið nøkulunda bilbugt við smittuni, og tey lótu upp aftur. Men tá kom smittan aftur, og tað er nógv verri. Vit mugu læra av teimum, og mugu tí ansa sera væl eftir ikki at fáa bylgju nummar tvey, sigur Bjarni á Steig.

Yvirlæknin vísir á, at hann sum heilsufakligur persónur bara tilmælir út frá tí heilsufakliga, men at politikararnir taka avgerð.

 

Lesið alla samrøðuna við Bjarna á Steig og eina aðra grein, um hann og beiggjan, Torkil á Steig, og pápa teirra, Jón á Steig, sum eina tíð allir vóru yvirlæknar á Landssjúkrahúsinum. Lesið vikuskiftissosialin, sum fæst til keyps í sølubúðum kring landið.