TB og HB spæla í Gundadali í dag

Dysturin millum TB og HB, sum skuldi verða í Trongisvági, verður í Gundadali

Ein venjingardystur millum TB og HB, sum skuldi verða í Trongisvági í dag, er fluttur til Havnar. HB hevur verið á venjingarlegu í Vági og skuldi spæla móti TB í Trongisvági í dag.

- Dysturin fluttur til Havnar. Upprunaliga skuldi venjingardysturin ímóti TB spælast í Trongisvági, men vegna kava og frost, er hann fluttur til Havnar, og verður spældur á ovara vølli í dag klokkan 16.00, boðar HB frá.

HB hevur ein nýggjan spælara við á venjingarleguni. Tað er U21-landsliðsspælarin Lukas Giessing. Hann er uppvaksin í Danmark, men hevur spælt við AB í føroyskum fótbólti. Hann hevur seinastu tíðina spælt við AB í Danmark, men venur í løtuni við HB. Lukas Giessing hevur annars verið settur í samband við B36 móti kappingarenda í fjør.

HB hevur í ár fingið tilgongd av Stefan Radosavljevic og Michal Przybylski, meðan spælarar sum Delphin Tshiembe, Mikkel Frankoch, Mathias Nygaard, Tróndur Jensen og Øssur Dalbúð eru farnir víðari. Hinvegin eru spælarar sum Jákup L. Thomsen, Hørður Askham, René Shaki Joensen, Mads B. Mikkelsen og Adrian Justinussen klárir frá byrjan.