Teldutrupulleikar: Fleiri enn 100 flogferðir avlýstar í London

Ferðafólk standa í bíðirøð í London Heathrow. Mynd: EPA

Ferðafólk standa í bíðirøð í London Heathrow. Mynd: EPA


Rumbul hevur verið í flogvinnuni í London hesa vikuna.

Fyrr í vikuni vórðu fleiri enn 170 flogferðir avlýstar, eftir fakfelagið Unite, sum umboðar starvsfólkini á floghavnini Heathrow í London, hótti við mótmælisverkfalli í sambandi við, at tey krevja hægri løn.

Les eisini: Ongland: Verkfall stendur fyri durum

Og aftur í dag hava hundraðtals ferðafólk í London høvuðbrýggj.

Sum avleiðing av, at flogfelagið British Airways hevur havt teldutrupulleikar, eru fleiri enn 117 flogferðir til og frá London Heathrow avlýstar, og 200 aðrar flogferðir útsettar.

Tað stendur á gomlum nøglum í British Airways. Umframt at flogskiparar í hesum døgum hótta við at fara í verkfall, skal flogfelagið gjalda fleiri milliónir pund í bót, eftir at trygdarskipanin teirra fyrr í ár varð álopin av teldusníkum. Stóra bótin skyldast, at persónligir upplýsingar hjá fleiri enn 500.000 kundum vórðu stjolnir.

Harafturat hava tríggir eldar nærindis jarnbreytini til Victoria Station í London í dag havt hópatal av avlýsingum við sær, skrivar BBC. Victoria Station er ein av ferðamiklastu jarnbreytarstøðunum í London.

Sostatt hevur ørgrynna av ferðafólki verið í bíðistøðu á flogvøllum og tokstøðum í London í dag.

 

 

Ferðafólk standa í bíðirøð í London Heathrow. Mynd: EPA