Tesla endar árið við at seta met

Seinastu tríggjar mánaðirnar av 2020 rullaðu 180.570 bilar út av verksmiðjunum í Kina og Kalifornia.

Tesla læt næstan eina hálva millión bilar í 2020 frá báðum verksmiðjunum í Kina og í USA. Tesla er eisini í ferð við at byggja eina verksmiðju nærindis Berlin í Týsklandi. - Foto: Odd Andersen/Ritzau Scanpix

El-bilaframleiðarin Tesla setti met í tali av framleiddum bilum í fjórða ársfjórðingi við næstan 181.000.

Í alt 2020 framleiddi amerikanska felagið 499.550 bilar. Tað vóru 450 færri enn málið, ið felagið setti sær upp á eina hálva millión.

Í 2019 seldi Tesla 368.000 bilar.

Á sosialu miðlum verður felagið heiðrað av el-bilafjepparum og íleggjarum fyri at hava klárað seg væl í einum ári, har nógvir aðrir bilaframleiðari vegna koronufarsóttina hava havt fallandi sølu, hall og órógv í altjóða veitingarketunum.

Stovnarin og stjórin Elon Musk er errin av úrslitinum og metir tað í einum tweeti sum »ein stórur marknasteinur«.

– Tá Tesla byrjaði, roknaði eg optimistiskt við 10 prosent møguleika fyri at yvirliva, skrivar hann harafturat sambært tíðindastovuni Reuters.

Men Tesla hevur meira enn klárað seg. Seinasta árið er partabrævakursin farin til tops við 700 prosentum, felagið hevur fimm ársfjórðingar á rað havt yvirskot, og í desember varð Tesla tikið við í stóra amerikanska partabrævaindeksið S & P 500.

Sjeyfaldingin av partabrævakursinum merkir, at partabrævavirðið hjá Tesla – samlaða virði av felagsins partabrøvum – var upp á umleið 670 milliardir dollarar við árslok 2020 sambært tíðindastovuni dpa.

Harumframt hevur kurshækkingin gjørt tann 49 ára gamla Elon Musk til ein av heimsins ríkastu persónum.

Elon Musk eigur 21 prosent av partabrøvunum, og í desember uppgjørdi blaðið Forbes ogn hansara til 144,7 milliardir dollarar. Tað er bara Amazon stovnarin Jeff Bezos, sum sambært Forbes er ríkari allari í verðini við 185,5 milliardum dollarum

Orsøkin til høga talið av Teslabilum undanfarna ár er millum annað ein nýggj verksmiðja í Shanghai í Kina, sum er einasta framleiðsluverksmiðja uttan fyri Palo Alto í Kalifornia.

10 Teslabilar vórðu seldir í Føroyum í fjør.

/ritzau/ 