Theresa May hevur lagt frá sær

- Eg havi gjørt mítt besta, segði ein rørdur bretskur forsætisráðharri

Theresa May kláraði illa at halda kenslunum aftur. Hetta er síðstu ferð, hon talaði uttan fyri Downing Street

Theresa May kláraði illa at halda kenslunum aftur. Hetta er síðstu ferð, hon talaði uttan fyri Downing Street

Bretski forsætisráðharrin, Theresa May, fer frá sum forkvinna í Konservativa flokkinum fríggjadagin 7. juni. Tað kunngjørdi hon á talarastóli uttan fyri Downing Street í áðni. Hon fer eisini frá sum forsætisráðharri, tá nýggjur forsætisráðharri er funnin.

- Eg havi gjørt mítt besta. Tíverri havi eg ikki megnað at fingið tað ígjøgnum. Eg havi roynt tríggjar ferðir, segði hon og sipaði til Brexit.

- Eg havi kunnað drotningina og fari at halda fram sum forsætisráðharri, inntil nýggjur forsætisráðharri tekur yvir. Tað hevur verið mær ein æra at tænt landið, sum eg elski, segði ein sera kensluborin Theresa May.

Theresa May kláraði illa at halda kenslunum aftur. Hetta er síðstu ferð, hon talaði uttan fyri Downing Street