Thorsteinn Már Baldvinsson skal aftur stjórna Samherja

Nevndin í íslendska felagnum hevur avgjørt, at Thorsteinn Már Baldvinsson skal leiða felagið gjøgnum koronakreppuna, skrivar norska blaðið Dagens Næringsliv

– Nevndin sær ongan annan, sum er betur førur fyri at handfara støðuna, sigur nevndarformaðurin, Eiríkur S. Jóhannsson, í eini fráboðan fríggjadagin.

Íslendska reiðaríið Samherji var í rættiligum ódnarveðri í heyst, og tá fór stjórin frá, meðan norskir advokatar kannaðu støðuna. Illgruni var um hvítvasking av pengum í felagnum. Kanningin er ikki liðug enn. Tað er norska advokatfelagið Wikborg Rein, ið ger kanningina.

Men nú skal hann aftur stjórna felagnum. Tað verður sagt, at hann skal stýra gjøgnum koronakreppuna.

– Stýrið í Samherja heldur tað er neyðugt við sterkari leiðslu við vitan um felagið, fisking, tilvirkan, sølu, flutning og annað í sambandi við raksturin nú tað er kreppa, skrivar Samherji í tíðindaskrivi.

Víst verður á, at Baldvinson leiddi felagið gjøgnum íslendsku banka- og fíggjarkreppuna við góðum úrsliti.

Baldvinsson skal leiða felagið saman við Björgólfur Johannsson, sum tók yvir, tá ið Baldvinsson fór frá síðsta heyst.

– Kanningararbeiðið heldur á, sjálvt um broytingar nú henda í leiðsluni, verður sagt í fráboðanini.

Tað verður eisini sagt, at Wikborg Rein gevur stýrinum beinleiðis boð.

Arbeiðið við at skriva frágreiðing er nakað seinkað vegna koronasmittuna, men væntast kann, at ein frágreiðing kemur til stýrið og myndugleikarnar í vár, skrivar Dagens Næringsliv.