Tíðarhóskandi oyggjarleiðir nú!

 

 

Tíðarhóskandi ferðasamband til leysu oyggjarnar er bráðneyðugt, og tí eigur ein nýggj samgonga beinanvegin at gera semju um stigvísa endurnýggjan av strandfaraflotanum. Fyri 300-350 milliónir, býtt yvir nøkur ár, kunnu vit endurnýggja allan flotan. Er vilji til tess.

Havi í Løgtinginum ført fram, at hetta eigur at vera ein breið politisk semja, ið kann fevna um tvey valskeið, og sum farast kann undir so skjótt, sum nýggja tingið er sett.

Greið ætlan krevst

Í løtuni verður avloysaraskip bygt, og tá hetta er liðugt næsta ár, eiga vit at fara undir at endurnýggja allan SSL-flotan. Borgarar á leysu oyggjunum eiga at vita, nær tey kunnu vænta sær nýtt skip. Er undirtøka fyri at seta 50-60 milliónir av árliga, kann allur flotin endurnýggjast uppa fimm, kanska seks ár. Nýggj Nólsoyarferja og Kalsoyarferja kosta 90-100 mio hvør. Nýtt skip til Skúvoyarleiðina og Fugloy/Svínoy kosta umleið 45-50 mio hvørt.

Heyst/Koltur skal eisini hava nøktandi samband og SAM kann umbyggjast til farmaskip at sigla millum oyggjarnar. Sum eg eisini fleiri ferðir havi víst á, er ferðasambandið í Mykines, langt frá nøktandi – hvørki fyri fastbúgvandi ella ferðandi í oynna. Hetta er einasta leið, ið hevur verið útveitt. Tað er langt frá ein nóg góð tænasta, at siglt einans verður stutta summarskeiðið, og má siglingin leingjast so langt, sum ráðiligt er at sigla fyri veður.

Eins og flokkarnir á tingi gingu saman um at byggja undirsjóvartunlarnar, so tað um fá ár verður koyrandi í Sandoynna og suðuroyartunnil er við at koma í stoypiskeiðina, so eigur langtíðarsemja at verða gjørd um tíðarhóskandi samband til leysu oyggjarnar. 

Grønan SSL-flota

SSL-ferjan, sum í løtuni verður bygd, kann sigla bæði við olju og streymi, so samgongan hevur tikið fyrsta stigið at umleggja til umhvørvisvinarlig skip. Nýggju ferjurnar eiga allar at verða smíðaðar soleiðis, at brennievni verður varandi orka, til dømis el-ferjur, sum normenn hava góðar royndir av, ella vetni. Menningin á hesum øki gongur skjótt. 

Øll skulu við

Vit hava stóran búskaparvøkstur og framgongd í Føroyum. Eitt dagført samband er ein fyritreyt fyri, at øll øki í landinum fáa lut í framburðinum, og ein fyritreyt fyri, at fólk famhaldandi velja at búgva, liva og virka í øllum oyggjunum. 85% av fólkinum hevur í dag fast samband. Borgarar á øllum plássum eiga rættin til gott og álítandi ferðasamaband.

Eins og flokkarnir á tingi gingu saman um at byggja undirsjóvartunlarnar, so tað um fá ár verður koyrandi í Sandoynna og fleiri enn 85 % av fólkinum nú hava fast vegasamband, so eigur langtíðarsemja at verða gjørd um tíðarhóskandi samband til leysu oyggjarnar. Nútímans ferðasamband er ikki luksus ella bara íløga í betong og asfalt. Tað er íløga í undirstøðukervi sum treytar MENNING OG MØGULEIKUM KRING LANDIÐ.

Bjørt Samuelsen

tingkvinna