Tíðin í sóttarhaldi møguliga stytt

- Í nærmastu framtíð verður støða helst tikin til, um tíðin í sóttarhaldi kann styttast, sigur norski fólkaheilsustovnurin.

 

Norski fólkaheilsustovnurin umhugsar nú, um tíðin í sóttarhaldi í samband við covid-19 møguliga kann styttast úr 14 døgum og niður í 10 dagar.

Hetta er partur av einari váðameting, sum varð almannakunngjørd í Noregi í gjár.

- Í nærmastu framtíð verður støða helst tikin til, um tíðin í sóttarhaldi kann styttast, sigur yvirlæknin og ígerðarmedisinarin, Ernst Kristian Rødland.

Ernst Kristian Rødland starvast á deildini fyri smittuverju og tilbúgving hjá norska fólkaheilsustovninum, og hetta sigur hann við norska Dagbladet.