Tíðindafundur avbrotin - Secret Service skotið mann

Trump varð brádliga tikin av tíðindafundi

Reynolds Stefani/Abaca/Ritzau Scanpix

Reynolds Stefani/Abaca/Ritzau Scanpix

Meðan Donald Trump hevði tíðindafund í Hvítu húsunum í gjár, varð hann brádliga tikin til síðis av einum Secret Service agenti, tí ein maður var skotin av Secret Service nærhendis Hvítu húsunum.

Í filmsbroti, ið er at síggja um alt internetið, sæst, at Donand Trump verður avbrotin av einum manni við oyralurti, ið sigur, at teir verða noyddir at fara. "Excuse me?", sigur Donald Trump, áðrenn maðurin fortelur honum, at skot eru latin av.

Løtu seinni er Trump aftur á tíðindafundinum, har hann fortelur, at tamarhald er á støðuni, og at ein maður var skotin.

Secret Service hevur síðani váttað, at ein maður varð skotin av Secret Service nærhendis Hvítu húsunum, men at maðurin hevði ikki megnað at komið innum til Hvítu húsini.

Maðurin og ein Secret Service agentur vórðu báðir koyrdir á sjúkrahús.

Tá Trump var komin upp á pláss aftur, varð hann spurdur av tíðindafólki, um hann var skakaður.

– Tykist eg at vera skakaður?, spurdi Trump.

– Tað er óheppið, at heimurin er soleiðis, men heimurin hevur altíð verið eitt vandamikið stað. Tað er einki serligt við tí, segði Trump.

Donald Trump visti ikki at siga, hvørt maðurin ætlaði honum ringt, ella um skottilburðurin yvirhøvur hevði nakað við seg at gera.

Reynolds Stefani/Abaca/Ritzau Scanpix