Tíggju doyðu tá coronahotel small saman í Kina

Eftir at eitt hotel í kinesiska býnum Quanzhou small saman í gjár, eru tíggju fólk deyð í leivdunum. Bjargingarfólk leitaðu í dag framvegis eftir umleið 20 fólkum í leivdunum.

Bjargingarfólk leita eftir fólkum í samandotna hotellinum í stórbýnum Quanzhou í Kina. Umleið 70 fólk vóru fangað í bygninginum, tá hann brádliga small saman í gjár. - Foto: str/Ritzau Scanpix

Tað samanfalna hotellið varð nýtt til at halda perónar við coronavirus í sóttarhaldi. Tað skriva myndugleikarnir í Quanzhou í Fujian landspartinum.

Tilsaman 70 fólk vóru fangað í leivdunum, tá bygningum small saman, upplýstu myndugleikarnir í gjár. Av teimum eru 49 fólk bjargað úr leivdunum.

Ein upptøka vísir, hvussu hotellið upp á fá sekund small saman.

/ritzau/