Tingformaður noktar brexit-kjaki í Undirhúsinum

Tingformaðurin í bretska tjóðartinginum sigur, at uppskotið hevur sama innihald, sum annað uppskot, sum er lagt fram í Undirhúsinum.

Formaðurin í bretska tjóðartinginum, John Bercow, vísir aftur, at konservativa stjórnin fær brexitavtaluna við ES til viðgerðar í dag.

Hann staðfestir, at uppskoti í innihaldi er tað sama, sum tað, sum varð lagt fram í tinginum leygardagin.

Sambært Bercow er tað ikki í tráð við reglarnar hjá tinginum.

 

/ritzau/