Tjóðartingið í Eysturríki hevur felt Kurz kanslara

Eysturíkski forsetin skal nú peika út ein kanslara, sum skal leiða eina fyribilsstjórn fram til valið.

Eysturríkski kanslarin síðani 2017, 32 ára gamli Sebastian Kurz

Eysturríkski kanslarin síðani 2017, 32 ára gamli Sebastian Kurz

Tjóðartingið í Eysturríki hevur við einum misálitisuppskotið felt landsins konservativu stjórn undir leiðslu av Sebastian Kurz, kanslara.

Frælsisflokkurin (FPÖ) stuðlaði misálitisuppskotinum ímóti Kurz, fáar dagar eftir at flokkurin fór úr stjórnarsamstarvinum í kjalarvørrinum av eini politiskari gølu.

Javnaðarflokkurin stuðlaði eisini misálitisuppskotinum móti Kurz.

Eysturíkski forsetin skal nú kjósa ein kanslara, sum skal leiða eina starvsstjórn fram til komandi val í september.

Stjórnin hjá Kurz kom í ódnarveður, tá ein kykmynd 17. mai varð almannakunngjørd av týsku bløðunum Bild og Süddeutsche Zeitung.

Í kykmyndunum sæst Heinz-Christian Strache (FPÖ) undir einum loyniligum fundi á sponsku oynni Ibiza.

Kykmyndin vísir, hvussu hann á fundinum hittir eina kvinnu, sum sigur seg vera ríka og arvingur hjá einum russikum ríkmanni, sum kemur við fleiri tilboðum, sum ikki tola dagsins ljós.

Strache fór fra, dagin eftir at kykmyndin varð almannakunngjørd.

Seini koyrdi Kurz eisini innanríkisráðharran, Herbert Kickl úr Frælsisflokkinum frá fyri at tryggja eina rættvísa viðgerð av málinum.

 

/ritzau/dpa

 

 

Eysturríkski kanslarin síðani 2017, 32 ára gamli Sebastian Kurz