Tjóðbankin spáar um stóra búskaparliga afturgongd av korona

Koronakreppan kann føra til afturgongd upp á millum trý og tíggju prosent í danska búskapinum í 2020, metir Tjóðbankin.

Koronakreppan hevur longu kostað nógvum virkjum pengar, og samstundis eru nógv vorðin arbeiðsleys.

Tilsamans fyri 2020 kann koronakreppan enda við at minka vøksturin í Danmark millum trý og tíggju prosent. Tað metir Tjóðbankin í eini greining.

Danska byrjanarstøðið undan koronakreppuni var gott, sigur Tjóðbankin.

Møguleikin fyri at handfara kreppuna og búskaparligu avleiðingarnar hevur soleiðis verið betri vegna hákonjunkturin, lága almenna skuld og stóra ogn uttanlands.

Ogn uttanlands er aktiv, sum borgarar og stovnar í Danmark eiga uttanlands.

Í greiningini stuðlar Tjóðbandin undir tey búskaparligu tiltøkini, sum Fólkatingið higartil hevur sett í gongd.

– Hjáparpakkarnir kunnu fyribils halda hondina undir virksemi og virkjum.

– Tað minkar um váðan fyri, at bráðfangis búskaparliga afturgongdin gerst ov drúgv ov drúgv og skal elva til afturgongd, skrivar Tjóðbankin.

/ritzau/