Tjóðveldislogikkur?

Nú hava tjóðveldisfólk í fleiri vikur júkað um, hvussu nær lívið undir heimastýrislógsins oki hevur ført okkum at einum sjálvstøðugum Føroyum.

Ein hevur aftur og aftur sæð hetta lítla gloppið ímillum tummulin og fremsta fingur á tjóðveldismonnum, sum myndlýsing av, hvussu nær vit eru loysingini.

Eitt paradoks!

Tjóðveldisfólk hava nú í áravís ferð eftir ferð sagt, at heimastýrisskipanin var óbrúkilig og ongantíð kundi føra okkum til einar sjálvstøðugar Føroyar.

Nú júka teir upp í saman um, hvussu nær vit eru fullveldinum!

Høgni, Sirið, Annita og onnur tjóðveldisfólk: 

Hvussu kann ein skipan bæði vera óbrúkilig og samstundis føra okkum inn í tykkara lovaða tjóðveldisland?

Ómøguligt!

Nei er sannleikin ikki at vit mugu viðganga, at orðini hjá Atla Dam vóru røtt:

»Heimastýrislógin røkkur heilt at loysingini«.

Hvussu nógv ið manglar í at vit gerast sjálvstøðug tjóð ánar hvørki Høgni ella nakar annar.

Í 2000 helt Høgni, at vit vóru klárir at loysa, men hann tók so hjartaliga feil.

Hann fer eisini skeivur hesa ferð.

Tað er væl eisini tí, at Tjóðveldi bert stendur til at fáa 18% av atkvøðunum.

Nei lat okkum halda fram undir núverandi skipan – og sjálvandi undir Javnaðarfloksins leiðslu – til málið er búgvið at leggja fyri Føroya fólk.

Ikki tí, heldur ikki tá fari eg at atkvøða fyri loysingini.

Tí eg leggi mær í geyma orðini hjá pápa mínum P. M. Dam: Heimastýrislógin er fagrasta blað í Danmarkar søgu og besta trygdin fyri veruligum lívsfrælsi.

 

Signar Dam 

Tvøroyri