Tjóvar fingu gimstein fyri 81 milliónir í ráni í Dredsen

Ein gitin gimssteinur og eitt svørð við næstan 800 diamantum vóru millum listaskattirnar, sum eru stolnir á einum savni.

Ein gimsteinur, sum er 49 karat, var millum tjóvagóðsið, sum tjóvar fingu við sær frá nógv umrødda ráninum mánadagin í søguliga savninum Grünes Gewölbe í týska býnum Dredsen. Tað váttar savnið í dag.

Serfrøðingar meta, at gimsteinurin er verdur 81 milliónir krónur.

Tann gitni hvíti Dredsen-gimsteinurin er ein av mest virðismiklu prýðislutunum í savninum frá August Sterka, sum var fúrsti í deilstatinum Sachsen fyri 300 árum síðani.

Fúrstin keypti serliga Dredsten-gimsteinin fyri nógvar pengar í 1728.

Savnið hevur almannakunngjørt ein lista við stolnu lutunum.

Á listanum er eisini eitt svørð við níggju stórum og 770 smáum gimsteinum á skaftinum.

Vakmyndir, sum løgreglan í Sachsen hevur almannakunngjørt, vísa ein av tjóvunum brúka øks at knúsa glasið í framsýningarmontruni, har gimsteinarnir vóru.

Tjóvarnir knústu eftir øllum at døma eitt vindeyga í savninum stutt fyri klokkan 5 mánamorgunin. Teir høvdu frammanun slitið streymin.

Upptøkur vísa teir fara málrættaðar eftir ávísum montrum, sum sambært týsku løgregluni bendir á, at tað var eitt »málrættað og planlagt brotsverk«.

Tað vóru helst fýra brotsmenn, sigur løgreglan í dag eftir at hava kannað vakmyndirnar gjølla.

Mánadagin varð mett, at tjóvarnir kundu vera slopnir avstað við virðum fyri 7,5 milliardir krónur, skrivaði blaðið Bild.

 

/ritzau/AFP