Tobbi mynstrar á tjóveldislistanum

 

Undir yvirskriftini "Iacta alea est" - terningarnir eru kastaðir - er Tórbjørn Jacobsen komin inn í valdystin á listanum hjá Eystyuroyar Tjóðveldisfelag. Tobbi hevur verið ein hin mest markanta persónsmenskan á føroyska politiska pallinum, síðan hann fyrstu ferð kom á ting fyri Tóðveldi í 1998. Í 2011 valdi hann at gevast í landspolitikki og gjørdist havnarmeistari við Runavíkar havn. Seinastu skjótt fýra árini hevur Tobbi verið borgarstjóri í Runavíkar kommunu.

 

Tobbi heldur tørv vera á tjóðskaparligari sjálvsvirðing og málið er, at Føroyar gerast ein statur millum statir eftir eini skipaðari rás. Danska ríkisveitingin eigur sum skjótast at skerjast. Farast skal undir at fáa løgreglu og dómsvald undir føroyskt ræði og uttanríkispolitikkurin skal fáast á føroyskar hendur.

 

Tórbjørn, sum hevur verið landsstýrismaður í bæði fiskivinnu- og mentamálum, raðfestir vinnupolitikk og mentanarpolitikk fremst: "Ein greiður vinnupolitikkur má setast á skrá, fiskivinnunýskipanin, sum í ov stóran mun er merkt av politiskum neyðsemjum, eigur í størri mun at verða bøtt soleiðis, at hon verður ein marknaðargundað vinnuskipan til gagns fyri vinnuna, fiskimenninar og samfelagið", sigur Tórbjørn. "Tjóðarlaðingin á mentanarøkinum er avgerandi fyri savningarmegina millum fólk – høpið sum ger, at tjóðin kann standa uppi á øllum mótum."

 

Tobbi er avgjørdur um, at Tjóðveldi er garantur fyri, at sosialu javnvágirnar í samfelagnum verða stýrdar soleiðis, at tjóðin ikki liðast sundur í vinnarar og taparar.

 

Umframt Tórbjørn Jacobsen eru  Kristina Toftegaard Larsen, Sonni á Horni, Jóhan Christiansen, Pól Esper Hansen, Jóannes Erik Køtlum og Olaf Fríðheim á listianum hjá Tjóðveldi í Eysturoynni