Triðja valið í Ísrael í 12 mánaðir

Samráðingarnar um eina savningarstjórn eru slitnaðar, og harvið skal Ísrael á val – helst í mars.

Freistin at skipa nýggja stjórn fór í gjár, mikudagin.

Harvið skal landið á triðja sinni í 12 mánaðir aftur á val, sum er fyrstu ferð í landsins søgu, skrivar tíðindastovan AFP.

Teir ymsu flokkarnir fingu freist til á midnátt at finna eitt valevni, sum kundi útvega ein meiriluta í ísraelska tjóðartinginum, Knesset, eftir úrslitið av seinasta vali í september.

Men samráðingarnar um eina savningarstjórn millum Benjamin Netanyahu, forsætisráðharra, og Benny Gantz úr Bláu og Hvítu bóru ikki á mál.

Nú er greitt, at ísraelsfólk aftur skulu á val tíðliga í mars. Neyvu dagfestingina stríðast tey enn um í Knesset.

Knesset hevði longu tíðliga mikudagin sett í gongd ein tilgongd við at upploysa seg sjálvt, har valdagurin varð settur til 2. mars, skrivar tíðindastovan dpa.

Lógin, sum skal upploysa tjóðartingið, skal tó gjøgnum tvær viðgerðir afturat, áðrenn hon kann setast í gildi. Hesar væntast at vera tíðliga í dag sambært dpa.

Hvørki Likud flokkurin hjá Netanyahu ella Bláu og Hvítu við Benny Gantz á odda hava eydnast at finna meiriluta eftir tvey tey seianstu valini í september og í apríl.

Teir báðir floksleiðararnir høvdu í hesum umfarinum fingið 28 dagar at skapa eina virkandi samgongu.

Men hjá hvørgum eydnaðist at sannføra kongamakaran Avigdor Lieberman úr flokkinum Yisrael Beiteinu til at gerast partur av samgonguni.

Netanyahu er sum forsætisráðharri undir stórum trýsti, tí hann er skuldsettur í máli um svik, mandatsvik og mutur.

Enn er dagurin ikki ásettur, nær hann skal fyri rættin, men til ta tíð skal Netanyahu eisini royna at halda skil á í egnum flokki, tá Likud fer at halda fromansval 26. desember sambært AFP.

Netanyahu hevur hinvegin nógv trúgv fólk kring seg í flokkinum, og fleiri halda hann vera favoritt til at vera sitandi sum formaður.

Longu áðrenn nývalið varð váttað, sendi Gantz og Netanyahu ákærur ímóti hvør øðrum og fóru í valstríð.

– Tey trýstu okkum til nýval, segði Netanyahy í eini video, sum Likud almannakunngjørdi sambært AFP.

– Um vit skulu vera vís í, at tað ikki hendir aftur, er tað bara eitt vit kunnu gera, og tað er at vinna valið stórt, varð sagt í videoini.

Gantz gav hinvegin Netanyahu skuldina.

– Vit hava kós ímóti triðja valið í dag bara tí at Netanyahu roynir at fáa órin (immunitet), segði leiðarin hjá Bláu og Hvítu í Knesset.

– Vit mugu seta okkum upp í móti hesum.

 

/ritzau/