Trummuleikarin hjá Willie Nelson deyður

Paul English er deyður av lungnabruna, 87 ára gamal.

Í mong ár var hann trummuleikari hjá kendu country legenduni Willie Nelson.

English doyði í Texas, haðani hann var ættaður.

Paul English gjørdist í 1966 trummuleikari hjá Nelson, men teir spældu tó fyrstuferð saman longu í 1955, og løgdu tá lunnar undir lívslangt vinalag.

Paul English bar eisini orð fyri at hava fortíð sum pútudevil. Hann varð eisini nevndur The Devil orsakað av klædnastíli sínum, alttíð í svørtum og í møtli – ella kappa. Hann hevði eisini leiklutin sum lívverji hjá Willie Nelson, og tað var eisini hann, sum kravdi pengar inn, um ein konsertfyrireikari ikki vildi gjalda.

Paul English spældi við Nelson til tað síðsta, men tó mátti hann geva avboð til nakrar framførslur í januar og tá var Tré Cool frá Green Day avloysari.

Sjálvur segði English við tíðarritið Rolling Stone í 2014, at um hann ikki var farin í samstarv við Willie Nelson, so hevði hann verið deyður ella í fangahúsi.

##med2##