Trump dømdur at gjalda millónaupphædd

Forsetin í USA, Donald Trump, er dømdur fyri ólógliga nýtslu av peningi í einum vælgerðargrunni, ið hann varðar av.

Dómur er í dag feldur, og ein dómari í New York hevur dømt Trump at gjalda bót á tvær milliónir dollarar.

Hetta er fesk tíðindi frá AP tíðindastovuni.

 

Donald J. Trump Foundation varð stovnsettur í 1988 við endamálinum at veita neyðstøddum fólki hjálp, men varð tikin av aftur í desember í fjør, eftir fleiri ákærur um lógarbrot.

 

Seinnu árini hevur Trump havt grunnin saman við sínum trimum elstu børnum, Eric Trump, Ivanka Trump og Donald Trump Jr.